info
Ongi úrslit

Víkingarnir smokkaðu heilt saman

1. DEILD: Thomas Bjørn Miezan var tvífaldur málskjútti, tá ið EB/Streymur fyri triðju ferð í ár fór av vøllinum við øllum stigunum

Jóannes Hansen
12. september 2026 kl. 18:09

Víkingur var stórfavorittur, tá ið næstbesta liðið hjá steypavinnarunum í Sarpugerði seinnapartin var gestur í Hólmanum á Eiði. Men tað gekk heilt øðrvísi, enn tað frammanundan varð roknað við.

EB/Streymur, ið mest sum er flutt niður úr 1. deild, vann 4-0. Hetta var fyrsti sigur hjá EB/Streymi síðani 16. mai, tá ið EB/Streymur vann 2-1 í Gundadali ímóti B36, og hetta var triði sigurin hjá EB/Streymi í ár. Liðið hevur nú 11 stig. Tað eru fýra dystir eftir at spæla, og tað eru 9 stig fram til HB, sum spælir í morgin, og tað eru 11 stig fram til FC Hoyvík.

Manningin hjá Víkingi í dag var umleið soleiðis, sum hon hevur verið oftast fyrr í ár.

20 ára gamli Thomas Bjørn Miezan var millum teir fyrstu ellivu hjá EB/Streymi, og tíggju minuttir undan steðginum og aftur eitt lítið korter eftir steðgin var hann málskjútti. Í báðum førum var tað Fríði Holm, sum átti uppleggið. Thomas Bjørn Miezan hevur nú skorað seks mál í 1. deild í ár.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki var tað Villiam Sørensen, sum økti um munin til 3-0. Hetta var fyrsta ferðin, at 16 ára gamli Villiam Sørensen var málskjútti í 1. deild, har hann í dag var fyri 10. ferð á liðnum hjá barndómsfelagnum. Uppleggið átti 16 ára gamli Jónas Lützen.

12 minuttir undan leikloki var tað Hannus Eiðisgarð, sum staðfesti trivaliga 4-0 heimasigurin. 16 ára gamli Marius Jónsson átti uppleggið.

Fríggjadagin fer EB/Streymur at spæla á útivølli ímóti oddaliðnum B71.

Leygardagin fær Víkingur vitjan av FC Suðuroy.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

5 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

Í gjár kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Útlendingar skulu rinda fyri læknavaktina

10 minuttir síðan
Fótbóltur

Her er U21-landsliðshópurin

16 minuttir síðan
Tíðindi

Stoltenberg sigur starvið frá sær í München

20 minuttir síðan
Tíðindi

Eldur hevur sviðið 3.000 hektarar á kroatiskari oyggj

32 minuttir síðan
Lesarabrøv

Skal týskt vera upp­tøku­krav til fremm­­anda­mál á miðnámi?

36 minuttir síðan
Tíðindi

Føroyar varð­veita trið­hægstu rating frá Moody’s

43 minuttir síðan
Fótbóltur

Fimm stig til NSÍ og tvey stig til Víking

46 minuttir síðan
Tíðindi

Fylgisveina­mynd­ir vísa stórar oyðileggingar

1 tími síðan
Tíðindi

Borgararnir hava verið sera tolnir

2 tímar síðan
Tíðindi

Bil­ar­nir skilja ikki før­oysku ferðslu­skeltini

2 tímar síðan
Tíðindi

Bilførari rendi á autoverjuna

2 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Landsliðsúttøkur

2 tímar síðan