07 Vestur og KÍ eru størstu favorittarnir - Púra opið millum HB og Víking

Her eru oddsini upp á teir fimm dystirnar í Betrideildini, ið vera leiktir klokkan 15 í dag

Seinnapartin klokkan 15 verður næstseinasta umfarið í Betrideildini hjá monnum leikt.

 

Størstu favorittarnir hjá veddingarfyritøkunum eru 07 Vestur á heimavølli móti ÍF, og KÍ á heimavølli móti B36.

 

B68 hevur eisini eina favorittstøðu móti EB/Streymi á heimavølli, og NSÍ hevur eina lítla favorittstøðu á útivølli móti Skála.

 

Tað er púra opið í dystinum millum HB og Víking á ovara vølli í Gundadali í Havn.

 

HER eru miðaloddsini hjá veddingarfyritøkunum upp á teir fimm dystirnar:

 

##med2##