Í 25. umfari eydnaðist tað, sum næstbesta liðið hj´´a 07 Vestur ikki hevur megnað fyrr í ár. 1. deildarliðið hjá 07 Vestur var í dag í Gundadali pg spældi ímóti teimum næstbestu hjá HB, og 07 Vestur vann 1-0.
Sigursmálið skoraði Brandur Heinesen miðskeiðis í seinna hálvleiki.
07 Vestur megnaði ikki at manna lið fyri einari viku síðani. Sambært skránni átti 07 Vestur fyri viku síðani at verið í Fuglafirði, men tá eydnaðist tað ikki at manna liðið, og so gav 07 Vestur avboð og við 3-0 sigrinum á skrivaraborðinum tók ÍF stórt stig ímóti uppflytingini.
Í dag vóru teir 11 07 Vestur spælarar á dómaraseðlinum, og teir fóru vestur við øllum stigunum ímóti teimum næstbestu hjá HB, sum hevði fýra spælarar á beinkinum. Í seinna hálvleiki vóru teir allir skiftir inn.
07 Vestur er fyri fleiri umførum flutt niður. Liðið hevur fimm stig. HB er á sjeynda plássi við 30 stigum.
Um eina viku fær 07 Vestur vitjan av NSÍ, og HB fer at spæla á útivølli ímóti Víkingi.