Tað endaði við málleysum javnleiki, tá ið favorittarnir í HB seinnapartin høvdu vitjan av 07 Vestur. Í dag var Sámal á Steig millum stólparnar hjá 07 Vestur, meðan Sebastian Wille sat á beinkinum. Hetta var onnur ferðin í ár, at 19 ára gamli Sámal á Steig var í 07 Vestur málinum. Fyrra ferðin var 6. apríl, tá ið 07 Vestur tapti 2-0 á Argjum. Ta ferðina avloysti Sámal á Steig tíggju minuttir eftir steðgin Sebastian Wille.
Úrslitið ber við sær, at HB misti møguleikan at taka seg nærri toppinum, nú tað endaði javnt millum tey bæði fremstu í Klaksvík. Og úrslitið ber við sær, at 07 Vestur tók seg frá teimum báðum undir strikuni.
HB hevur 34 stig og er við betri málmuni enn B36 á triðja plássi, og 07 Vestur er framvegis undir strikuni. Tað er málmunurin, sum er munurin millum 07 Vestur og Skála ÍF, sum í løtuni spælir á Svangaskarði.
Tað sigur ikki so lítið um dystargongdina, at HB vann 12 hornaspørk, meðan 07 Vestur vann tvey hornaspørk. Men tað var ikki so stórur munur, tá ið talan var um upplagdar málmøguleikar. 07 Vestur vann sínar eftir skjót mótálop.
Sum seinni hálvleikur leið, kendu heimamenninir seg noyddar at leggja meiri fyri í strembanini eftir at fáa málið, sum skuldi til at vinna øll stigini. Tað eydnaðist ikk. Vágamenn vístu so sera góðan hugburð. Teir vunnu nógvar nærdystir, og teir ofraðu seg og blokeraðu ofta, tá ið heimaliðið var í atsókn.
Fríggjakvøldið fer HB at spæla á útivølli ímóti Víkingi, og sunnudagin verður 07 Vestur partur av lyklauppgerð í botnstríðnum, tá ið Skála ÍF verður vertur undir Mýruhjalla.











