Harald kongur er framvegis innlagdur á Rikshospitalinum í Oslo. Støðan versnaði um vikuskiftið, og kongurin fær nú antibiotika fyri eina bakteriella infektión í blóðinum. Støðan verður tó lýst sum støðug. Mynd: Javad Parsa/Reuters/Ritzau Scanpix

Harald kongur versnaður – hevur bakteriur í blóðinum

Heilsustøðan hjá 89 ára gamla Haraldi kongi av Noregi er versnað um vikuskiftið. Hann er framvegis innlagdur á Rikshospitalinum í Oslo, men norska kongshúsið sigur, at støðan er stabil.

Harald kongur er framvegis innlagdur á Rikshospitalinum í Oslo. Støðan versnaði um vikuskiftið, og kongurin fær nú antibiotika fyri eina bakteriella infektión í blóðinum. Støðan verður tó lýst sum støðug. Mynd: Javad Parsa/Reuters/Ritzau Scanpix

Harald kongur fær í løtuni antibiotika fyri eina bakteriella infektión í blóðinum. Sambært kongshúsinum hevur hann "respondera" upp á viðgerðina.

 

Kongurin varð lagdur inn mánadagin eftir eina læknakanning. Vikurnar frammanundan hevði hann fingið kortisonviðgerð fyri blóðsjúkuna hemolytiska anemi. Viðgerðin hevði elvt til vætusavnan í kroppinum.

 

Fríggjadagin varð boðað frá, at kongurin mátti verða verandi longri á sjúkrahúsinum enn upprunaliga ætlað, og í kvøld kom so fráboðanin um, at støðan var versnað um vikuskiftið.

 

Innleggingin hevur eisini við sær broytingar í almennu skránni hjá konginum. Haakon krúnprinsur tekur fyribils yvir fleiri av uppgávunum hjá pápanum. Hann skal millum annað taka ímóti ovastanum fyri norska flogvápnið og norska uttanríkisráðharranum 3. september og leiða ríkisráðsfund dagin eftir.

 

Hetta er aðru ferð í ár, at Harald kongur er innlagdur. Tríggjar dagar eftir 89 ára føðingardagin 21. februar varð hann lagdur inn á Tenerife, har hann var á privatari ferð saman við Sonju drotning. Tá varð hann viðgjørdur fyri eina infektión í beininum og vætutrot.

 

Harald kongur hevur seinastu árini fleiri ferðir verið innlagdur við infektiónum. Í 2024 gjørdist hann eisini sjúkur undir einari ferð í Malaysia og fekk eftir heimkomuna sett ein varandi pacemakara í.

 

/Ritzau

 

Harald kongur er framvegis innlagdur á Rikshospitalinum í Oslo. Støðan versnaði um vikuskiftið, og kongurin fær nú antibiotika fyri eina bakteriella infektión í blóðinum. Støðan verður tó lýst sum støðug. Mynd: Javad Parsa/Reuters/Ritzau Scanpix

Haakon krúnprinsur og Mette-Marit krúnprinsessa koma á Rikshospitalið í Oslo, har Harald kongur er innlagdur. Haakon tekur nú yvir fleiri av almennu uppgávunum hjá pápanum. Mynd: Heiko Junge/NTB/AFP/Ritzau Scanpix