Hellas Verona kom illa frá landi í Seriu B

Andrias Edmundsson og liðfelagarnir eru stigaleysir aftaná fyrsta dystin í kappingini

 

Andrias Edmundsson var liðskipari, tá hann og liðfelagarnir í Hellas Verona spældu fyrsta dystin í Seriu B í Italia hetta kappingarárið.

 

Á Stadio Marc'Antonio Bentegodi leikvøllinum tók Hellas Verona móti Ascoli.

 

Beint áðrenn fyrri hálvleikur var hálvrunnin fekk Samuele Mulattieri Verona á sigurskós. Men tíðliga í seinna hálvleiki skoraði Ascoli tvær ferðir, og heimaliðið megnaði ikki at svara aftur. Vorðið sum vónbrot fyri heimaliðið.

 

Komandi leygarkvøld klokkan 20 fær Hellas Verona høvið at reisa seg aftur, tá teir spæla dyst á útivølli móti Padova.

 

20 lið eru í Seriu B. Tvey tey ovastu liðini flyta beinleiðis upp aftaná lokna kapping. Liðini á endastøðunum millum nummar trý og átta spæla um uppflyting.