Västerås leikti málleysan javnleik á heimavølli

Mattias Hellisdal fekk 90 minuttir á vøllinum í dag

U21-landsliðsleikarin, Mattias Hellisdal fekk aftur í dag 90 minuttir á vøllinum fyri Västerås SK í bestu svensku fótbóltsdeildini. 

 

Västerås leikti á heimavølli javnleik 0-0 móti Kalmar FF. 

 

Útiliðið hevði væl fleiri málroyndir enn Västerås, og tað er var eitt stórt vónbrot fyri høvuðsvenjaran, Alexander Rubin, ið hevði væntað sær meira av sínum monnum.

 

Västerås er nummar átta í deildini við 26 stigum. Men teir hava bert fimm stig upp til BK Häcken, ið er á triðja plássinum sum gevur atgongd til Conference League undankappingina aftaná lokið kappingarár.

 

Komandi leygardag klokkan 14 møtir Västerås júst Häcken á útivølli í Göteborg.