Bæði B36 og B68 høvdu avskrivað sínar møguleikar undan fráferðini úr Føroyum, og hetta var eisini høvuðsorsøkin til, at feløgini í felag valdu ikki at fara til Letlands fyrr enn á sjálvum leikdegnum. B36, ið dystaðist við letlendska oddaliðið Metalurgs, hevði tapt 1-3 á Tórsvølli, meðan toftamenn høvdu tapt 0-3 á Svangaskarði móti Ventspils tvær vikur frammanundan dystirnar í Letlandi.
Metið varð hótt
Størsta ósigurin í Europa-Cup samanhangi, ið nakað føroyskt felag nakrantíð hevur verið fyri, var tann hjá HB, tá ið teir í nítiárunum taptu heili 0-10 fyri norska felagnum Tromsø, ið tá hevði ein vælupplagdan Tore Andre Flo sum fremsta álopsmann.
Ólavsøkudag var nær við, at HB slapp av við ivasama heiðurin at eiga hetta met, tí bæði B36 og B68 fingu ein ordans bank. Serliga hjá B36 sá tað alt annað enn gott út, tí Metalurgs legði bragdliga fyri, og longu tá ið ein hálvur tími var leiktur, høvdu letlendsku vertirnir lagt seg á odda heili 4-0! Støðan gjørdist ikki betur av, at Metalurgs megnaði at skora tvær ferðir afturat fyri hálvleik, soleiðis at hálvleiksstøðan var heili 6-0 til letlendska liðið. Serliga var tað ein leikari hjá Metalurgs, Katasonov, ið gav havnarmonnunum grá hár í høvdið, tí hann skoraði ikki minni enn fýra av teimum seks málunum hjá Metalurgs í fyrra hálvleiki. At onkur B36'ari kanska hevur hugsað, at teir nú fóru at yvirtaka metið frá grannunum, man lítið verða at ivast í, men tíbetur fyri teir svørtu og hvítu fingu teir vent gongdini eftir steðgin.
Fyrsta hálva tíman eftir hálvleikssteðgin megnaðu letlendsku vertirnir ikki at skora, og fyrsta málið í seinna hálvleiki fekk B36. Tað skoraði landsliðsleikarin Johannus Joensen, sum í einari offensivari satsning bleiv sendur heilt fram á vøllin. Hetta mál kom, tá ið seinni hálvleikur var 28 minuttir gamal. Leikararnir hjá Metalurgs svaraðu tó skjótt aftur, og tá bert fimm minuttir seinni høvdu teir økt tvær ferðir.
Toftamenn eisini avsmurdir
Eisini B68 noyddist at leggja rygg til eitt stórtap. Toftamenn høvdu í mun til B36 eisini ein langan busstúr á skránni, tá ið komið var til Letlands, og tað hevur neyvan økt um møguleikarnar hjá teimum.
Í mun til manningina hjá B36 hava teir á B68-liðnum ikki tær stóru altjóðu royndirnar, og B68 bleiv sent til hús aftur við einum 0-8 tapi. Verjan hjá B68 megnaði at halda tørn fyrsta korterið, men tá ið 17 minuttir vóru leiktir, fekk Ventspils-framherjin, Bicka, sett hol á. Stukalinas skoraði til 2-0 aftaná 33 minuttir, og tveir minuttir økti Rimkus, ið skoraði øll trý málini á Svangaskarði til 3-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki økti Ventspils beinanvegin til 4-0, og tá ið liðugt var, hevði letlendska heimaliðið skorað ikki færri enn átta mál, meðan toftamenn einki mál høvdu fingið. Eitt tað mest merksiverda er, at tað vóru átta ymiskir leikarar á letlendska liðnum, ið skoraðu tey átta málini.
Ivasamur hugburður
Nógvar røddir hava verið frammi um, at tað er ógvuliga óseriøst av bæði B68 og B36 at ikki verður farið til Letlands fyrr enn á sjálvum leikdegnum. Nú ber so til at líta aftur um bak, og ikki kann sigast annað, enn at úrslitið neyvan kundi verið verri. Gamaní spara feløgini nógvar pengar upp á, at tey ikki skulu gjalda fyri gisting og annað, ið er í sambandi við eitt uttanlandsuppihald.
Bæði feløgini søgdu fyrr í vikuni, at hevði útgangstøðið verið eitt annað, høvdu tey óivað farið av landinum nakrar dagar frammanundan, men sum støðan var, bleiv valt at fara á sjálvum leikdegnum. Nú kann man so spyrja seg sjálvan, hvørja ávirkan tað hevur á umdømi hjá føroyskum fótbólti, at feløgini velja slíka loysn og koma aftur við teimum úrslitum, sum B36 og B68 fingu á stuttu vitjan síni í Letlandi. Tá ið HB setti metið við størsta ósigrinum, var júst sama loysn vald við nógvari ferðing á sjálvum leikdegnum, og millum annað var núverandi venjarin hjá B36 millum leikararnar á HB-liðnum tá, so hann eigur at kenna til tað.
Ventspils-B68 8-0(3-0)
1-0 Bicka 17.
2-0 Stukalinas 33.
3-0 Rimkus 43.
4-0 Rekhviashvili 47.
5-0 Smirnovs 56.
6-0 Butriks 71.
7-0 Krohmer 85.
8-0 Agafonov 88.
Metalurgs-B36 8-1 (6-0)
1-0 Dobrecovs 2.
2-0 Katasonov 18.
3-0 Solonicins 29.
4-0 Katasonov 30.
5-0 Katasonov 34.
6-0 Katasonov 42.
6-1 Johannus Joensen 73.
7-1 Lukosvicius 77.
8-1 Grebis 78.