Meistararnar úr B68 vunnu sannførandi 4-1 sigur móti KÍ á heimavølli, ÍF og LÍF vunnu somuleiðis sannførandi sigrar á ávíkavist B36 og FS.Vágum 2004. Úrslitið av hesum, varð í báðum førum 4-0 sigur til heimaliðið.
Mikukvøldið spældu annars SÍ og NSÍ í Sørvági, og varð tað til eina sanna málveitslu, tí tá síðsta bríksl var bríkslað, stóð heili 5-5 á máltalvuni. Bert ein dystur í ár hevur verið meira málríkur, og tað var tá júst sama SÍ var á vitjan í LÍF í Leirvík, í 21. umfari. Tá gjørdist tað til 11 mál (LÍF 9-2 SÍ)
Seinasti dystur í hesum endaliga umfari í 1. Deild 2007 var á Sevmýri, har eitt sera skert TB lið, eisini gjørdi sína skyldu í dag og vann ein tryggan 4-2 sigur á heimavølli móti HB.
TB var í teirru støðu undan dystinum, at nærum allir útlendingar felagsins vóru farnir av landinum og Óli Johannesen hevði eisini leikbann. Men hóast hendan mótgang megnaðu teir sannførandi at banga HB norður um fjørð við 4-2 ósigri í skjáttuni.
Olivur Abrahamsen, Porkeningurin í TB hevur í TB víst hvør dugur er í honum. Hann hevur verið ein sonn málmaskina. Og við málinum í dag varð hann eisini mest skorandi leikarin í 1.Deild í ár.
Meira um 1.Deild verður at lesa í Sosialinum mánadagin og týsdagin, tá meira verður gjørt burturúr.