1. mai harðligur í Hamburg

1. mai-haldið í týska býnum Hamburg endaði sum tann ringasti ófriðurin í meiri enn 10 ár Løgreglan noyddist at brúka vatnkanónir fyri at steðga bardøgum millum vinstra- og høgrasinnaðar bólkar í miðbýnum.

Tey stríðandi tveittu grót og fløskur eftir hvør øðrum og løgregluni. 26 løgreglumenn fingu skaða, og 52 ófriðarkroppar vórðu tiknir.

Løgreglan í Hamburg sigur, at meiri enn 7.000 vinstrasinnað vóru komin saman at mótmæla einari skrúðgongu, sum ein sera víðgongdur høgrafelagsskapur skipaði fyri.

Tað var ikki bara í Hamburg, at 1. mai gjørdist ófriðarligur í Týsklandi. Í Berlin var eisini ófriðarligt, og har tók løgreglan 24 fólk.