1. og 2. sjúkradagur eru kostnaðarmiklir fyri vinnuna

    

www.industry.fo


Sambært tølum hjá 10 útvaldum fiskavirkjum kostaðu 1. og 2. sjúkradagur virkjunum 711.398 krónur í tíðarskeiðnum 1. apríl til 31. desember 2003, svarandi til 1/2 prosent av lønarútreiðslunum. Tað skrivar Vinnuhúsið og vísir til upplýsingar frá fiskavirkjum í landinum.
Í fjør varð dagpeningalógin broytt, soleiðis at arbeiðsgevarir skulu rinda fyri 1. og 2. sjúkradag hjá starvsfólkunum. Hetta verður gjørt á tann hátt at Almannastovan fyrst rindar peningin til starvsfólkini og krevur so upphæddina inn frá arbeiðsgevunum. Lógarbroytingin varð sett í gildi í mai fjør við afturvirkandi megi til 1. apríl 2003.
Vinnuhúsið hevur spurt 10 fiskavirkir hvussu nógvan pening, í tíðarskeiðnum 1. apríl til 31. desember 2003, Almannastovan kravdi virkini fyri. Tilsamans kravdi Almannastovan tey 10 fiskavirkjuni eftir 711.398 krónum, og tað svarar til umleið _ prosent av lønarútreiðslunum hjá virkjunum.
Hesar útreiðslurnar hjá virkjunum skulu leggjast afturat sáttmálahækkingunum.