- Einir 10.000 føroyingar eru offur fyri ovurnýtslu av rúsdrekka
So stórur er trupulleikin av rúsdrekkamisnýtslu í Føroyum, staðfestir Blái Krossur.
Olga Magnussen, leiðari í Blákross, sigur, at talan er um einar 2.000 føroyingar, sum eru beinleiðis rúsdrekkamisnýtari
Men rúsdrekkamisnýtsla er ikki ein trupulleiki, sum bara rakar tann, sum drekkur.
- Tað er ein trupulleiki, sum rakar alla familjuna og veruleikin er, at í miðal dregur hvør misnýtari fýra fólk við sær í trupulleikar.
Her er talan um hjúnafelaga, børn og foreldur.
Sostatt eru tað einir 10.000 føroyingar, sum eru offur fyri misnýtslu av rúsdrekka, staðfestir leiðarin í Báa Krossi.
Hon sigur, at hetta byggir á kanningar, sum eru gjørdar í hinum norðurlondum.
- Men tað er avgjørt onki, sum bendir á, at støðan er nakað sum helst øðrvísi her hjá okkum, leggur hon afturat.
Olga Magnussen leggur, at hetta merkir, at hvør einasti av okkum kennir onkran, sum líður undir rúsdrekkamisnýtslu, tí 10.000 føroyingar er ein heilur fimmtingur av fólkinum.
250 í viðgerð
Olga Magnussen sigur, at hesi seinastu árini í miðal leitað 126 fólk leita sær viðgerð hjá Bláa Krossi.
Áleið líka nógv leitað sær hjálp á Heilbrigdi á Velbastað og sostatt eru tað einir 250 fólk, sum hvørt ár leita sær hjálp fyri rúsdrekkamisnýtslu á teimum báðum føroysku viðgerðarstovnunum.
Harafturat eru so tey, sum megna at leggja av uttan við aðrari hjálp enn antabus og aðrari viðgerð frá starvsfólki í heilsuverkinum.
Men samanumtikið vísa tølini, at av øllum teimum, sum hava brúk fyri tí, eru tað rættiliga fá sum leita sær hjálp av teimum.
Hinvegin heldur hon, Blákrossleiðarin, at tað er neyðugt at styrkja viðgerðina fyri rúsevnamisnýtslu.
- Tað er eisini ein sannroynd at fremsta deyðsorsøkin hjá ungum er rúsdrekka og samstundis er staðfest, at rúsdrekka kann elva til einar 60 avleiddar sjúkur.
- Tá hava vit ikki talt tær vanlukkur upp í, sum rúsdrekka elvir til, leggur hon afturat. Hon sigur, at ongi hagtøl eru fyri, hvussu nógv av teimum, sum eru í viðgerð, sleppa burtur úr misnýtsluni.
- Men vit vita, at nógv verða hjálpt, leggur hon afturat.
Hinvegin vísa tøl aðrastaðni, ein triðingur sleppur burtur úr misnýtsluni, ein triðingur fær tað betri og ein triðingur hjálpist ikki.
Olga Magnussen sigur, at Blákross roynir at útvega fígging til eina kanning á hesum øki at vita, hvussu støðan er í Føroyum.
Ein blandingur
Leiðarin á Blákrossi sigur, at seinastu árini hevur gongdin verið tann, at fleiri og fleiri eru blandingsmisbrúkarar.
Tað merkir, at tey misbrúka bæði rúsdrekka, rúsevni og heilivág.
Fyrr var í mesta mun talan um rúsdrekkanýtslu burtur av.
Tá ið eg byrjaði á Blákrossheiminum fyri nøkrum árum síðani, vóru einir 68% av teimum, sum vóru í viðgerð, drykkjufólk burturav og 32% høvdu trupulleikar av øðrum evnum eisini.
Nú er støðan tann, at 42% av teimum, sum leita sær viðgerð, eru blandingsmisbrúkarar.
Í Føroyum kenna vit ikki til, at fólk eru rúsevnamisbrúkarar burtur av, tí atgongdin til rúsevni er so svikalig.
- Tey allarflestu eru rúsdrekkamisbrúkarar, men brúka so onnur evni og heilivág afturat.
Hon sigur, at eitt, sum leypur í eyguni er, at seinastu árini eru tað nógv fleiri kvinnur, sum verða misbrúkarar.
Men tað, sum serliga fær tey á Bláa Krossi at stúra, er, at misnýtararnir verða yngri og yngri.
- Talið á ungum fólki ímillum 18 og 30 ár, sum noyðast í viðgerð fyri misnýtslu, veksur skjótt, heilt úr 2% í 2006, upp í 19% í 2009. Í 2010 er tal so fallið aftur niður í 16%.
Halda í oyruni
Í farnu viku skipaði Bláikrossur fyri politiskum fundi í Miðlahúsinum um rúsevni. Endmálið við tí var at vita, hvat politikarar eiga at gera við hetta vandamál.
Men eitt endamál er eisini at gera vart við, hvussu stórur, hesin trupulleikin er og at misbrúkið krevur so nógv onnur offur afturat teimum fáu, sum leita sær viðgerð.
- Tað gleðiliga var, at politikarar úr øllum flokkum eru sinnaðir at taka málið upp, tá ið ein nýggj samgonga skal skipast eftir valið.
Men Olga Magnussen leggur dent á, at eftir valið er ætlanin at halda í oyruni á politikarunum og at minna teir á tað, teir hava sagt.
Hon heldur, at politikararnir hava ikki rættiliga viðurkent, hvussu stórur trupulleiki hetta er fyri alt samfelagið, og ikki minst, fyri tær familjur, sum eru raktar.
Hon heldur somuleiðis, at rúsdrekkapolitikkur verður ikki rættiliga viðurkendur sum heilsupolitikkur.
- Høvdu vit fingið ein virknan rúsdrekkapolitikk við í samgonguskjalið, var nógv vunnið, leggur hon afturat, tí tað hevði verið at viðurkent trupulleikan.
Hetta skal vera ein rúsdrekkapolitikkur, sum ikki bara fevnir um viðgerð, men eisini um fyribyrging, tí fyribyrging er bíligari enn viðgerð.
Hinvegin vil hon ikki leggja seg út í ítøkiligan rúsdrekkapolitikk, men tað snýr seg um at tálma nýtsluna út frá einum heilsupolitiskum sjónarmiði.
- Hetta snýr seg ikki um at forboð, men um at bjarga nógvum mannalagnum, sigur Olga Magnussen.
Hálvur prísur
Í Føroyum kostar tað 30.000 krónur at viðgera ein misbrúkara.
Hetta er ikki meiri enn helvtin av tí, tað kostar í Danmark.
Men er talan um ein ungan misbrúkara, kostar hann einar 90.000 krónur at viðgera í Danmark, tí ungdómar hava serligar trupulleikar.
Olga Magnussen á Bláa Krossi sigur, at tað er ikki besta loysnin at fáa ungar misbrúkarar upp á 18-20 ár í viðgerð saman við eldri misbrúkarum upp á 60-70 ár.
Men í Føroyum er onki serligt viðgerðartilboð til tey ungu.
Blái Krossur vónar tískil, at politikarar við raðfesta hendan trupulleikan, sum rúsevnamisbrúk er, tí tað er ein stórur samfelagsligur trupulleiki.
Hvørt oyra telur, men skulu vit fylgja gongdini aðrastaðni, skal játtanin tvífaldast úr fimm milliónum til hvørt av teimum báðum viðgerðarplássunum, til tað tvífalda.
Í Bláa Krossi leggja tey eisini dent á, at tað er neyðugt at skipa viðgerð fyri alla familjuna, tí tað er øll familjan, sum er offur fyri misbrúki.
Á Bláa Krossi eru 9,5% ársverk tilsamans.
- Hetta er eitt starvsøki, sum er tiltikið fyri at slíta starvsfólk upp, tí tað er so strævið, so spurningurin er, hvussu leingi hesi fólkini orka at halda fram, sum umstøðurnar eru, sigur leiðarin.
Hava gjørt 1600 føroyingar edrúvar
Hesi 25 árini síðani Heilbrigdi varð stovnað, hava tey havt eini 2.700 fólk í viðgerð.
Tað staðfestir Árni Rein, leiðari á stovninum.
Summi hava verið innløgd meiri enn einaferð, so tilsamans er talan um 4.000 innleggingar á Heilbrigdi.
Árni rein sigur, at einir 500 av teimum er deyð.
Hann skoytir upp í, at nógv tey flestu eru deyð av krabbameini og fyri hann er ongin sum helst ivi um, at tað neyvt samband ímillum misnýtslu og krabbamein.
Men leyðsliga mett eru tað einir 1600 føroyingar, sum enn ganga edrúvir, sigur Árni Rein.
Men hann ivast ikki í, at einir 8.000 føroyingar hava sjúkuna alkoholisma.
- Eftir míni meting er rúsdrekkamisnýtsla tann sjúka, sum elvir til flest deyðsføll, saman við teimum avleiddu vanlukkum, sum standast av misnýtslu.
Hann er samdur við Bláa Krossi í, at hetta er ein trupulleiki, sum eigur at raðfestast hægri.
Hann staðfestir, at familjan hjá misnýtarunum er fullkomiliga slept upp á fjall. Og hann staðfestir eisini, at lítið og onki verður gjørt fyri at hjálpa einum turrlagdum alkoholikarar til aftur at verða ein virkin partur í samfelagnum og í familjuni, bæði,hv at arbeiði og tí sosiala viðvíkur.
Hann sigur, at ein viðgerð á Heilbrigdi kostar 40.000 krónur, men í Danmark kostar hon tvær ferðir tað.
Men samfelagsligi vinningurin er stórur. Vit tosa nógv um at fáa fólkavøkstur í landinu.
- At turrleggja ein alkoholikara, er sum at fáa ein nýggjan samfelagsborgara, sum kann geva sítt íkast til samfelagið.
Árni Rein fegnast eisini um, at politikarar lova at taka hetta málið upp.
Men hann er mest spentur upp á, hvat teir fara at siga eftir valið og hvat teir fara at skriva í samgonguskjalið um rúsdrekkapolitikkin.