Tá løgreglan í gjár hevði eitt átak ímóti nýtslu av fartelefon í ferðsluni vórðun 10 mál skrivað. Tað vóru 10 bilførarar, sum tosaðu í handhilndari fartelefon, meðan teir koyrdu bil.
Harumframt varð ein skrivaðu fyri ikki at nýta trygdarbelti.
Vaktleiðarin sigur, at løgreglan steðgaði eini 25-30 bilum, so tí var talan um ein stóran prosentpart, sum breyt lógina viðvíkjandi fartelefon og bilkoyring.
Seinnapartin í gjár boðaði løgreglan frá, at ein Leirvíkstunnilin var stongdur. Orsøkin var, at ein betongbilur hevði mist betong á vegin.
Vaktleiðarin sigur, at talan var ikki um stórar nøgdir, og at eingin verður skuldsettur í málinum. Talan var um ein tekniskt óhapp, sum eingin kann revast fyri.
Tá betong kemur á vegin og tornar, so støvar tað illa, og tí var neyðugt at spula tað burtur, og fyri at tað kann gerast trygd, so var neyðugt at steingja tunnilin.











