Lavrov: Russland er til reiðar til Ukraina-avtalu

Russland sigur seg vera til reiðar at finna eina politiska og diplomatiska loysn á krígnum í Ukraina.

Tað segði russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, á fundi við amerikanska starvsbróður sín, Marco Rubio, í Manila í dag.

 

Sambært russiska uttanríkisráðnum umrøddu teir báðir uttanríkisráðharrarnir bæði kríggið í Ukraina og møguleikan fyri at bøta um sambandið millum Russland og USA.

 

– Russland er til reiðar at finna eina politiska og diplomatiska loysn á stríðnum, segði Lavrov sambært fráboðanini frá russiska uttanríkisráðnum.

 

Fundurin fór fram í sambandi við toppfund hjá ASEAN í filippinska høvuðsstaðnum Manila, har báðir uttanríkisráðharrarnir eru til staðar.

 

Sambært russisku tíðindastovuni Tass umrøddu Lavrov og Rubio eisini, hvussu diplomatisku sambondini millum londini kunnu normaliserast.

 

Fundurin vardi umleið ein hálvan tíma.

 

Hóast russiska síðan sigur, at hon er til reiðar at finna eina politiska loysn, eru ongar upplýsingar komnar fram um ítøkilig stig ella nýggj uppskot, sum vórðu løgd fram á fundinum.