Motherwell hevur eina risastóra favorittstøðu móti HB

Her eru oddsini upp á dystin Motherwell-HB

Í kvøld klokkan 19.45 spælir HB fyrra dystin í øðrum undanumfarinum í Conference League.

 

Dysturin verður leiktur á Fir Park leikvøllinum móti skotska liðnum, Motherwell.

 

9. august í 1994 vann Motherwell á sama leikvølli 3-0 á HB í dysti í UEFA Cup undankappingini.

 

Motherwell hevur eina risastóra favorittstøðu hjá veddingarfyritøkunum, ið lata odds upp á dystin.

 

Oddsini upp á heimasigur til Motherwell liggja millum 1,08 og 1,15.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 6,40 og 9,20.

 

Oddsini upp á útisigur til HB liggja millum 13,00 og 20,00.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##

 

##med3##