21. januar komandi ár er settur av sum skeiðsdagur hjá føroysku fólkakirkjuni. Á hesum skeiðnum verða fleiri evni umrødd, sum t.d. dópurin, altarborðið, konfirmatiónin, skriftamálið og Sálmabókin. Harafturat er ein fyrilestur um samskifti.
- Júst hesin táttur er umráðandi, tí so sum vit samskifta, soleiðis er trivnaðurin í kirkjuliðinum, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur, sum fegnast um at 100 fólk eru teknað til skeiðið.
- Vit fara at endurtaka skeiðið og skipa fyri fleiri líknandi døgum í 2012, og sum árini koma, verður sagt.