Danski 1000-krónuseðilin skal takast av. Frá 21. mai í 2025 fer hann ikki longur at vera gildugt gjaldoyra, upplýsir danski tjóðbankin í morgun í tíðindaskrivi.
Tað merkir helst, at tann føroyski 1.000 krónuseðilin eisini verður tikin av. Men tað er ein avgerð, sum Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum skal taka. Og broytingar í pengaseðlunum í Føroyum fyglja vanliga broytingunum, sum eru í Danmark.
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum sigur, at enn hava tey ikki viðgjørt spurningin í Fíggjarmálaráðnum, men hon váttar, at tað er landsstýrisfólkið í fíggjarmálum, sum eigur avgerðina í Føroyum, og at tey í útgangsstøðinum fara at gera soleiðis, sum danski tjóðbankin ger – tað vil siga, at føroyski 1.000 krónur seðilin verður avtikin samstundis sum tann danski, og at gamlir føroyskir pengaseðlar eisini fara úr gildi, tá teir gomlu donsku pengaseðlarnir fara úr gildi – tað vil siga 21. mai í 2025.
Tað er eisini danski tjóðbankin, sum gevur út føroyskar pengaseðlar, og tað verður gjørt eftir »Lov nr. 248 af 12. april 1949 om pengesedler m.v. på Færøerne«. Har stendur í grein 8 soleiðis:
»Pengesedlerne kan efter statsministerens nærmere bestemmelse efter forhandling med landsstyret indkaldes og nye sedler udstedes, jfr. §§ 2 og 3. De indkaldte sedler ophører da at være lovligt betalingsmiddel fra det tidspunkt, som fastsættes ved bekendtgørelsen. Når et år er forløbet fra dette tidspunkt, mister de indkaldte sedler deres gyldighed. Såfremt omstændighederne taler derfor, kan dog den i § 2 omtalte stedlige bestyrelse indløse sådanne sedler.«
Danski tjóðbandkin skrivar um avgerðina at taka av 1.000 krónur-seðilin, at hetta verður gjørt »i fælles forståelse« við vinnumálaráðharran, Morten Bødskov.
Tjóðbankin fer at gera eina nýggja seðlarøð, sum eftir ætlan skal takast í nýtslu í 2028 ella 2029.
##med2##
Tí skulu allir pengaseðlar, sum eru givinir út fyri 2009, eisini takast inn og verða tí ikki í gyldi eftir 21. mai í 2025.
Tað hevur ikki áður verið soleiðis, at eldri pengaseðlar verða gjørdi ógildugir, so hvørt nýggir seðla verða gvinir út. Í dag eru gamlir seðlar aftur til 1944 enn gyldugir, skrivar Tjóðbankin.
– Teir gomlu seðlarnir eru truplir at handfara fyri smáhandlar og fyri bankarnar, tí seðlarnir ikki lúka nútíðar krøv. Tí hava vit gjørt av, at tað er best at taka teir gomlu seðlarnir úr umfari, sigur Christian Kettel Thomsen, tjóðbankastjóri, í tíðindaskrivinum.
##med3##
Frá 1. mars í 2024 kann markið fyri, hvussu nógv tað er loyvt at gjalda kontant, eisini verða broytt, verður sagt á tíðindafundi í Tjóðbankanum, har tiltøkini verða løgd fram.
Núverandi markið er 20.000 krónur og varð sett í gildi í 2021. Men danska stjórnin vil nú hava markið niður í 15.000 krónur.
BankNordik hevur í morgun sent tíðindaskriv út um, at 1.000 krónu-seðlar ikki vera galdandi longur frá 31. mai 2025, men endaliga støðan er tó enn ikki tikin í Fíggjarmálaráðnum.