Í kvøld verður punktum sett fyri 19. umfari í Betri Deildini í fótbólti. B36, sum hóskvøldið suðuri í Kroatia takkaði fyri seg í Europa á hesum sinni, fær vitjan av B68.
B36 plagar at hava takið á B68, og støðutalvan sigur, at heimaliðið er greiður favorittur. B36 er á triðja plássi við 40 stigum. Tað eru fýra stig fram til HB, og tað eru fýra stig aftur til Víking.
B68 er á áttanda plássi við 14 stigum. Tað eru tvey stig aftur til ÍF, sum saman við AB er undir strikuni, og tað er eitt stig fram til TB og sjeynda plássið.
Hjá B36 er stór kapping um plássini á liðnum. Miðvallarin Erendur Magnusson er farin av landinum í útbúgvingarørindum.
Hjá B68 er ivi um stinna miðverjan/miðvallaran Áka Johannesen, sum seinastu tíðina hevur verið darvaður av vøddaskaða. Boubacar Dabo, sum undan summarsteðginum bað B68 farvæl, er nú aftur á Svangaskarði.
Fyrr í ár hevur B36 vunnið 2-0 á heimavølli og 1-0 á útivølli ímóti B68. Í fjør vann B36 allar tríggjar dystirnar ímóti B68, men eftir annan dystin í Gundadali, sum B36 vann 3-1, varð B68 dømt at vinna 3-0, tí B36 spælari var á listanum, sum ikki hevði loyvi at spæla.
Tað skal leitast aftur til 2012 fyri at finna síðstu ferðina, tá ið B68 vann á útivølli ímóti B36. 29. apríl í 2012 fóru toftamenn úr Gundadali við 2-1 sigri. Sigursmálið skoraði Christian Høgni Jacobsen í síðstu løtu. Jonas Flindt Rasmussen – B36 miðverjin – gjørdi sjálvmál í fyrra hálvleiki, og so javnaði Róaldur Jakobsen, tá ið tað restaðu 20 minuttir.
Einasti maður, sum ta ferðina var á B36 liðnum, og sum aftur í kvøld verður innanfyri girðingina í Gundadali, er Jákup á Borg. Ta ferðina var núverandi B68 venjarin millum spælararnar hjá B36.
Einasti maður, sum ta ferðina var á B68 liðnum, og sum aftur í kvøld verður innanfyri girðingina í Gundadali, er André Olsen. Nú er hann hjálparvenjari hjá toftamonnum.
B36 – B68: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00.