12 fólk deyð í bussvanlukku í Ungarn

Ein pólskur ferðafólkabussur fór út av motorvegnum í Ungarn tíðliga í morgun. 12 fólk lótu lív og 10 vórðu løstað

Bjargingarfólk arbeiða við pólska ferðafólkabussinum, sum fór út av M3-motorvegnum nærindis Mezőkeresztes í Ungarn tíðliga í morgun. 12 fólk lótu lív í vanlukkuni

Ein álvarslig bussvanlukka hevur kravt 12 mannalív í Ungarn tíðliga í morgun. Tíggju onnur fólk eru løstað.

 

Talan var um ein pólskan ferðafólkabuss, sum koyrdi eftir motorvegi M3 móti býnum Nyíregyháza, tá hann fór út av vegnum nærindis Mezőkeresztes í eystara parti av Ungarn og koppaði í veitina.

 

Sambært ungarsku løgregluni benda fyribils upplýsingar á, at bussførarin helst sovnaði undir koyringini.

 

57 ferðafólk og tveir bussførarar vóru í bussinum, upplýsir ungarska tíðindastovan MTI.

 

Tey løstaðu eru flutt á sjúkrahús, og bussførarin er afturhildin.

 

Myndir av vanlukkustaðnum vísa ein reyðan buss við stórum skaðum liggja á síðuni í veitini. Rútar eru brotnir, og viðføri liggur spjatt kring bussin.

 

Pólski forsetin, Karol Nawrocki, hevur sent samkenslu til familjur og avvarðandi hjá teimum, sum lótu lív.

 

Pólski uttanríkisráðharrin, Radosław Sikorski, upplýsir, at talan var um ein ferðafólkabuss við pólskum ferðafólkum. Pólsku konsulatuppgávurnar eru settar í verk, og pólsku myndugleikarnir eru í sambandi við ungarsku myndugleikarnar.

 

Ritzau/Reuters

 

Bjargingarfólk arbeiða við pólska ferðafólkabussinum, sum fór út av M3-motorvegnum nærindis Mezőkeresztes í Ungarn tíðliga í morgun. 12 fólk lótu lív í vanlukkuni