Spanskt NATO-flogfar skeyt dronu niður yvir Rumenia

Ein drona, sum kom úr Moldova, varð í nátt skotin niður í rumenskum loftrúmi. Enn er ógreitt, hvør sendi dronuna

Russiskar dronur hava fleiri ferðir brotið rumenskt loftrúm undir krígnum í Ukraina. Myndin er frá Galati í mai, tá ein russisk drona datt niður í ein íbúðarbygning. (Savnsmynd: George Calin/Reuters/Ritzau Scanpix)

Eitt spanskt F-18-stríðsflogfar hevur í nátt skotið eina dronu niður, sum var komin inn í rumenskt loftrúm.

 

Tað upplýsir rumenska verjumálaráðið í dag.

 

Spanska flogfarið var partur av einari NATO-uppgávu, sum hevur til endamáls at hava eftirlit við og verja loftrúmið hjá Rumenia.

 

Sambært verjumálaráðnum vístu radarar, at dronan kom inn í Rumenia úr grannalandinum Moldova umleið 24 kilometrar norðan fyri býin Galati í landsynningspartinum av landinum.

 

Dronan varð skotin niður klokkan 05.01 lokala tíð. Leivdirnar eftir henni eru eftir øllum at døma dotnar niður í einum óbygdum øki millum tvær bygdir.

 

Enn er ikki upplýst, hvør sendi dronuna.

 

Hetta er fjórðu ferð í ár, at eitt ómannað flogfar verður skotið niður yvir Rumenia.

 

Í juli vórðu tríggjar russiskar dronur skotnar niður, eftir at tær høvdu brotið rumenskt loftrúm. Tað var fyrstu ferð síðan russisku innrásina í Ukraina í februar 2022, at Rumenia skeyt russiskar dronur niður.

 

Rumenia er limur í bæði NATO og ES og hevur meira enn 600 kilometrar av felags landamarki við Ukraina.

 

Í mai datt ein russisk drona niður í ein íbúðarbygning í Galati. Tvey fólk vórðu særd.

 

Hendingin fekk tá NATO-aðalskrivaran, Mark Rutte, at undirstrika, at samgongan er til reiðar at verja alt økið hjá NATO-limalondunum.

 

/Ritzau/Reuters

 

Russiskar dronur hava fleiri ferðir brotið rumenskt loftrúm undir krígnum í Ukraina. Myndin er frá Galati í mai, tá ein russisk drona datt niður í ein íbúðarbygning. (Savnsmynd: George Calin/Reuters/Ritzau Scanpix)