Av tí at nógvar seinkingar vóru í flogferðsluni fyrr í vikuni hevur ólag verið á farmaflutninginum til Føroya við Atlantsflog. Og tí hevur Posta ikki borið haldarunum bløðini enn.
Bløðini eru eisini seinkað til leysasølurnar. Nakað fer út í dag, men bløðini vera ikki í øllum blaðsølunum fyrr enn mánadagin, tá Posta eisini ber haldarunum bløðini.
Vit harmast seinkingina og vóna, at haldara, lesarar og lýsarar umbera okkum.
Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á viðhaldaranummarinum.
Sosialurin











