Grønland vil avmarka ferðamannaskip í firðunum

Grønlendska landsstýrið heitir nú á ferðamannaskip um at avmarka siglingina í fleiri grønlendskum firðum. Orsøkin er millum annað órógv av djóralívi, veiðu og fólkunum í smáum búplássum.

Ferðamannaskip skulu ikki kunna sigla, hvar teimum lystir í grønlendsku firðunum.

 

Tað eru boðini frá grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut, sum nú heitir á reiðaríini um at avmarka siglingina í ávísum økjum.

 

Sambært DR hevur landsstýrið fingið fleiri áheitanir um trupulleikar av ferðamannaskipunum. Víst verður millum annað á ávirkanina á djóralívið, larm og ynskið um at verja náttúruna.

 

Enn er tó ikki talan um eitt beinleiðis forboð, og reiðarí fáa onga revsing, um tey ikki fylgja tilmælinum.

 

Ætlanin er kortini at seta greiðari reglur í verk. Landsstýrið og kommunurnar arbeiða við einari økisskipan, sum skal áseta, hvar ferðamannaskip kunnu sigla, og hvar siglingin skal avmarkast.

 

Avaaraq Olsen, borgarstjóri í Kommuneqarfik Sermersooq, sigur við DR, at ferðamannaskip summastaðni órógva bæði hvalaveiðu og reinsdýraveiðu. Eisini kann tað vera eitt stórt trýst fyri smá búpláss, tá fleiri ferðamannaskip koma í senn.

 

– Vit vilja bara hava ferðavinnuna undir treytum, sum gera, at vit framvegis kunnu verja okkara mentan og náttúru, sigur hon.

 

Í 2025 vóru 232 ferðamannaskipaferðir í Grønlandi við tilsamans 555 havnavitjanum, sambært Grønlands Statistik.

 

Kelda: DR