12 KÍ spælarar eru ikki tøkir

Hjá EB/Streymi eru tríggir lyklaspælarar ikki tøkir í dag

Tað er eitt ógvuliga skert KÍ lið, sum í løtuni fyrireikar seg við Margáir, og hjá heimaliðnum rakar tað meint, at tríggir av teimum, sum higartil í ár hava verið stuðulsspælarar, ikki eru tøkir.

 

Hjá EB/Streymi snýr tað seg um vongverjan Berg J. Poulsen, veteranin Rógva Egilstoft og Virgar Jónsson, sum higartil í ár hevur verið eyðsýndasti spælarin hjá teimum við Margáir.

 

Tað er heilt sjáldsamt, hvussu illa skaðadarvað KÍ hevur verið higartil í ár, og í dag er tað kanska verri, enn tað nakrantíð hevur verið.

 

Í KÍ varð vónað, at teir báðir nýggju svensku spælararnir fóru at vera tøkir. Annar teirra er á listanum í dag. Tað er Albert Ejupi, sum er ein av bara seks KÍ spælarum á beinkinum. Millum hinar er Heini Dai Jørgensen, sum er 17 ára gamal vágamaður, sum gongur í skúla í Klaksvík og hevur vant saman við besta KÍ liðnum seinastu tíðina.

 

Millum teir, sum ikki eru tøkir, eru Jóhan Josephsen, Mads Bo Mikkelsen, Jonn Johannesen, Patrick da Silva, Børge Petersen, Símun Kalsø, Óli Eyðsteinsson Poulsen, Hallur Hansson, Jákup B. Andreasen, Heini Vatnsdal, Odmar Færø og so svenski Alexander Berntsson, sum framvegis bíðar eftir formellu loyvunum.

 

Tá ið EB/Streymur 30. apríl hevði vitjan av KÍ, gekk tað heilt javnt á. Tað endaði við 1-0 sigri til gestirnar. Málið skoraði Jóannes K. Danielsen, tá ið tað restaðu tíggju minuttir av fyrra hálvleiki.

 

 

 

EB/Streymur – KÍ kl. 15.00

 

Dómari: Rúni Gaardbo

 

EB/Streymur: Jóannes Eyðfinnson Davidsen – Jens Erik Bruhn, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Elias Isaksen – Emil Weihe Joensen, Robert Marcus, Niels Pauli Danielsen, Suni Herman Petersen – Boubacar Dabo, Filip Djordjevic,

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Cederic Yamberé, Deni Pavlovic, Ahmed Latif – Claes Philip Kronberg, René Shaki Joensen, Dan í Soylu – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Pætur J. Petersen