Beint fyri jól varð uppskotið um løgtingsfíggjarlóg fyri komandi ár samtykt. Ein av játtanunum, ið kom aftrat, var eitt broytingaruppskot frá Anfinn Kallsberg, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen og Vilhelm Johannesen, um komandi níggju árini at lata hálvaaðru millión krónur árliga, sum stuðul til bjargingarfeløgini. Tilsamans er so talan um 13,5 milliónir krónur, og peningurin skal nýtast til keyp av bjargingarbátum.
Í viðmerkingunum til løgtingsfíggjarlógina stendur, at tilbúgvingin verður yvirtikin 1. januar, og tí er umráðandi, at sjálvbodna arbeiði, sum bjargingarfeløgini gera, verður á so høgum støði sum gjørligt. Hetta fegnast formaður í Landsfelagnum fyri Bjargingarfeløgunum, Jens Hansen, um.
– Vit eru heilt ómetaliga glaðir um, at vit hava ein breiðan politiska stuðul aftanfyri hesa verkætlanina, sigur Jens Hansen. Verkætlanin hann sipar til, er ætlanin um at fáa nakrar serliga bjargingarbátar til landið. Talan er um tríggjar svenskar bátar, sum sigla smá 40 míl og kosta um 4,5 milliónir krónur stykki.
– Vit hava gjørt tørvskanningar, og eisini verið í Noreg, Svøríki og Hollandi og gjørt fyrireikingar. Vit hava hugt eftir bátum og samdust um, at svenski báturin var tann vit hildu hóskaði best til Føroyar og føroysk viðurskifti, greiðir Jens Hansen frá. Í Svøríki bjóðaðu tey seg til at sigla ein bát av tí slagnum til Føroya, soleiðis at hann kundi roynast her, og í marsmánaði í ár var ein slíkur bátur í Føroyum. Hesin royndist væl og nú játtanin upp á 1,5 milliónir krónur til Landsfelagið fyri Bjargingarfeløg er komin, røkist alt fyri, at ein sama slag bátur verður aftur at síggja í Føroyum, um ikki so langa tíð. Tí er tað, at Jens Hansen hevur kallað limirnar í Landsfelagnum fyri Bjargingarfeløg til eyka aðalfund 7. januar, har verkætlanin við bátunum skal umrøðast.
Bátar í føðingardagsgávu
Skal Jens Hansen sjálvur gera eina meting av, hvussu tað hevur eydnast teimum at fáa játtaðar hálvaaðru millión, so sigur hann, at teir alla tíðina hava havt ein góðan og sunnan dialog, og seinasta árið hava tey arbeitt serliga nógv við verkætlanini í 2007 verður so eitt beinleiðis úrslit at síggja, tá bátarnir koma.
2007 er eisini eitt hóskandi ár at fáa hesar bátar í, tí tá fylla bæði Havnar og Kollafjarðar Bjargingarfelag fimti, og Nólsoyar Bjargingarfelag fyllir 20 ár og soleiðis vera bátarnir eitt slag av føðingardagsgávu til feløgini.
Viðmerking í Løgtingsfíggjarlóg fyri 2007:
Tilbúgvingin verður yvirtikin 1. januar, og í tí sambandi er eisini umráðandi, at tað sjálvbodna arbeiðið, sum bjargingarfeløgini gera, verður á so høgum støði, sum møguligt, og skotið verður upp, at tað komandi 9 árini verða játtaðar 1,5 mió. kr. pr. ár sum stuðul til keyp av bjargingarbátum.