Tveir svóvu hjá løgregluni í nátt

Á Bátafestivalinum í Vestmanna var friðarligt í nátt. Tó so var eitt mál, har tvey fólk komu til ilnar.

Bátafestivalurin í Vestmanna í gjár. Mynd: Birgir Waag Høgnesen

Vaktleiðarin á politistøðini veit ikki reiðliga, hvussu hetta álið endar.

Seinni í gjár komu nakrir arbeiðsmenn til ilnar á einum bústaði í Havn, har útlendskir arbeiðsmenn búgva. Løgreglan fór á staðið og handtók ein mann, sum var so fullur, at hann slapp at sova rúsin av sær í brummuni. Hetta var gjørt fyri at skapa frið á bústaðnum.

Í gjár var kvinnurenning, og hon gekk væl, sigru vaktleiðarin. Tó so var onkur klaga, tá renningin ávirkaði ferðsluna á Hvítanesvegnum við Mannbrekku, har rennararnir skuldu  tvørtur um vegin. Men annars gekk alt væl sigur vaktleiðarin.

Løgreglan handtók í nátt ein persón, sum skapaði sær á Vaglinum, sum vaktleiðarin málber seg. Hann hevði narko uppi á sær.

 

Bátafestivalurin í Vestmanna í gjár. Mynd: Birgir Waag Høgnesen