Tryggingareftirlitið hevur í fleiri umførum staðfest, at føroysku pensjónsfeløgini hava fingið munandi lægri íløguavkast enn donsk lívstryggingarfeløg og eftirlønargrunnar. Kanningarnar, sum fevna um tíðarskeiðið frá 2011 til 2023, vísa sama mynstur ferð eftir ferð, og talan er um eina vitan, ið hevur verið alment kend í 8 ár, og sum ongin ger nakað við.
Eg havi skrivað eina longri grein “1,3 milliardir krónir í akkumuleraðum tapi í 6 ár, ið ongin ger nakað við”. Endamálið við greinini er, at seta tøl á avleiðingarnar av, at ongin hevur gjørt nakað við trupulleikan, at føroyski pensjónskundin fær alt ov vánaligt avkast í mun til tann danska. Eg afturvísi eisini pástandinum um, at kundin, beinleiðis ella óbeinleiðis, heilt ella partvíst sjálvur eigur ábyrgdina, tí hann sjálvur hevur valt ov lágt váðastøði. Ábyrgdina av manglandi avkastinum eiga nevndirnar og stjórarnir, ikki kundin. Ábyrgdina fyri tí strukturella trupulleikanum á marknaðinum eiga politiska skipanin og fakfeløgini.
Útrokningarnar vísa, at pensjónsuppspararar, ið hava marknaðarrentuprodukt hjá teimum trimum feløgunum LÍV, Betri pensjón og Lívsverk í tíðarskeiðinum 2020–2025 hava havt eitt akkumulerað tap á 1,3 millirdir krónur, svarandi til 215 milliónir krónur í miðjal hesi árini.
Tað er tó ein ting, ið greinin eisini vísur á. Tað er, at Lívsverk síðstu trý árini sær út til at hava lyft seg uppá miðal støðið hjá donsku feløgunum, og harvið er langt omanfyri hini bæði feløgini tá talan er um avkast.
Eftir mínum tykki er katastrofan somikið stór nú, at politiska skipanin má og skal taka ábyrgd. Loysnin er at geva kundanum frítt val at velja sín ognarumsitara. Tað er heilt einfalt ikki rímiligt, at tvinga løntakaran at spara upp í einari skipan, ið avrikar so illani. Alternativið er, at flyta uppgávuna til Danmarkar.
Greinin kann lesast her: https://kimhansenx.github.io/2026_pensjonsanalysa/
Kim Hansen











