Spanska innanríkisráðið sigur, at uml. 49.000 fólk (flest allir ungir menn) eru farin um markið inn í Ceuta, spanska hjálandinum í Marokko. Spania við vinstravenda forsetismálaráðharranum Pedro Sánchez hevur, um hann vildi tað ella ei, meir ella minni bjóðað teimum inn. Hann gevur teimum eitt ára uppihaldsloyvi, sum kann leingjast. Hann hevur júst givið 500.000 muslimum uppihaldsloyvi. Grannalondini mugu styrkja egnu mørk og mæla til, at Spania verður tveitt út úr Shengen.
Evropa er longu hertikið. Dagurin í gjár hevur ikki verið atvoldin til hetta, bara ein avleiðing. Spaniólar fáa bert uml. 1,10 børn í miðal per kvinnu. So lágt burðartal merkir, at tað vendist ikki aftur. Tá fær ein bert hildið fólkatalinum uppi og arbeiðshjólini malandi við at innflyta fólk. Teknist sæð eru øll lond í Evropa í hesari vanlukkuligu støðu. – Føroyar vóru eitt eindømi, tá ið føroyskar kvinnur fram til 2020 fingu 2,5 børn hvør í miðal.
“Ein stór siðmenning verður ikki yvirvunnin uttanífrá, fyrr enn hon hevur oyðilagt seg sjálva innanífrá.” – Ariel Durant.
So hvat gera vit? Vit mugu broyta útlendingalógina alt fyri eitt (hetta kom fram í løgmansrøðuni).
Nú búgva 3000 útlendingar í Føroyum. Hetta talið er ferfaldað síðan 2012 og dupult so nógv sum fyri bara 5 árum síðani. Men okkara búskapur hevði staðið í stað uttan útlendska arbeiðsmegi.
10.000 føroyingar netto eru fluttir til Danmarkar farnu 10 árini. Tey sleppa neyvan heimaftur fyrr enn húsaprísurin fellur, til útboðið av húsum er størri enn eftirspurningurin.
Vit mugu syrgja fyri, at fólk, ið koma til Føroya, koma úr mentanum, sum líkjast okkara. Vit mugu vera erligari og strangari um MENAPT londini og innflytarar haðani. Slúsurnar kunnu ikki bara halda á at vera opnar í Føroyum fyri ófaklærdari arbeiðsmegi allastaðni frá. Einki land kann vera vælferðarsamfelag og hava opin landamørk.
Okkara land, mál og mentan eru so sera viðbrekin. Og nú sigi eg tað akkurát, sum tað er, tí eg havi verið lærari í 17 ár og sæð gongdina: VIT ERU Í FERÐ VIÐ AT MISSA OKKARA MÓÐURMÁL. Um hendan gongdin heldur fram, tosa vit ikki føroyskt um 30 ár. Vit tosa ikki eitt annað mál, men eitt “pidgin føroyskt” blandað við serliga enskt og danskt.
Vit plaga at vera heimsmeistarar í at gera somu mistøk sum okkara grannar. Skulu vit ikki hugsa okkum betur um hesa ferð?
Astrið Breckmann











