1,5 milliónir fyri at taka oljufýr niður

Í uppskotinum til fíggjarlóg verður 1,5 milliónir krónur settar av til stuðul til at taka niður oljufýr

 

Talan er um eina stuðulsjáttan, sum skal eggja fólk til at fáa sær grønar orkuskipanir.

– Í verðurlagspolitikkinum, sum Løgtingið samtykti í vár, verður lagt upp til at seta bann fyri oljufýrum í nýggjum húsum og at stuðla niðurtøku av oljufýrum. Hetta seinasta verður gjørt við hesi játtanini, meðan bannið móti oljufýrum í nýggjum húsum verður ásett við lóg, skrivar landsstýrið í fíggjarlógaruppskotinum.

Mett verður, at stuðulin til niðurtøku av oljufýrum, saman við mvg-afturbering til hitapumpur, kann viðvirka til, at fleiri velja at leggja um til grønar hitaloysnir. 

Tað verður Umhvørvisstovan, sum kemur at umsita stuðulsskipaninia. 

##med2##