Donald Trump segði við amerikansku tíðindastovuna Axios í kvøld, at hann fer at ringja til ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu.
- Boðini verða, at Ísrael skal ikki svara aftur upp á iransku álopini í kvøld, sigur amerikanski forsetin.
Forsetin sigur, at um Benjamin Netanyahu hevnir iranska álopið, kemur hetta bara at vara í 47 ár - ella í 3000 ár, sum hann tekur til.
Donald Trump sigur, at eingin hevur fingið løstir í iranska álopinum, og tí sigur hann seg vóna, at Ísrael ikki hevnir álopið.
- Eg eri ógvuliga nær einari avtalu við Iran, og eg vil ikki, at avtalan fer í vaskið av tí, sum nú hendir, sigur forsetin við Axios.











