U16-landsliðið tapti eisini seinna dystin móti Íslandi

Hesaferð vóru fimm mál á muni

Mynd: HSF

HSF skrivar:

 

- U16-menn: Ísland eisini munin í seinna dystinum

 

Seinni vinardysturin millum U16-dreingirnar hjá Føroyum og Íslandi líktist hinum fyrra. Liðini fylgdust fyrstu løtuna, men var Ísland stabilari yvir 60 minuttir. Ísland vann 31-26, eftir at teir vóru frammanfyri 17-13 í hálvleikinum.

 

Høllin á Eiði var stúgvandi full til ungdómshondbólt av hægstu rók í dag. Nógv ferð var á spælinum og verjunarnar góvu seg fult út. Liðini fylgdust fyrstu 20 minuttirnar, men vóru tað íslendingar, sum høvdu stabilari spæl og drógu frá fram til hálvleiks, tá tað stóð 17-13. Í føroyska álopinum vóru tað aftur Jónas Fossabrúgv og Filip Wardum Ragnarsson, sum vóru mest eyðsýndir, har hin fyrrnevndi eisini var toppskjútti við 11 málum. Okkara minkaðu um munin í løtum í seinna hálvleiki, og vóru bert trý mál á muni tá 8 minuttir restaðu av dystinum. Ísland økti tó aftur seinastu løtuna til endaliga úrslitið 31-25. Skrivar HSF. 

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

 

Jónas Fossabrúgv 11

 

Filip Wardum Ragnarsson 4

 

Christian Dal Christiansen 3

 

Aron Magnussen 3

 

Danjal Maslyk 1

 

Marius Behrens 1

 

Johan Waagstein 1

 

Niclas Eirikstoft 1

 

Carl Christian Codron 1

 

Mynd: HSF