Bogi flytur til ÍF

18 ára gamal víkingur flytur úr Sarpugerði og í Fløtugerði

Tíðindini í síðstu viku vóru, at Steffan A. Løkin nú fer at spæla við ÍF, har beiggi hansara Karl Løkin er venjari.

 

Nú veit ÍF at siga, at ein spælari flytur úr Víkingi og til ÍF. Tað er 18 ára gamli Bogi á Reynatrøð, sum higartil bara hevur umboðað barndómsfelagið Víking.

 

ÍF skrivaði soleiðis í gjárkvøldið:

Arbeiðið at styrkja um hópin hjá besta mansliðnum í felagnum heldur fram, eftir at nakað av frágongd hevur verði fyrstu mánaðirnar av kappingini.

Í kvøld kunnu vit gleðast um, at ungi og evnaríki leirvíkingurin Bogi á Reynatrøð hevur skrivað undir avtalu við ÍF, sum er galdandi í 2026 og 2027.


Bogi er uppvaksin í Víkingi, har hann hevur spælt 37 dystir í 1.deild.


Vit gleðast um tilgongdina, og ynskja Boga hjartaliga vælkomnum til felagið og bestu eydnu, skrivar ÍF.