16 lík afturat eyðmerkt eftir eldsbrunan í Sveis

Meginparturin av teimum eyðmerktu ofrunum eftir eldsbruna á skíðstað eru ung fólk úr Sveis

Við ljósum og blómum hava fólk minst tey deyðu uttanfyri barrina Le Constellation í Crans-Montana í Sveis síðani nýggjársdag. - Mynd: Lisa Leutner

Onnur 16 offur eru eyðmerkt eftir eldsbrunan á barrini Le Constellation í Crans-Montana í Sveis nýggjársaftan.

Talan er um tíggju sveisarar, tveir italiumenn, ein italskan-emiratiskan ríkisborgara, ein rumenara, ein fraklending og ein turkiskan ríkisborgara.

Tað upplýsir løgreglan í kantoninum Valais, sambært tíðindastovuni Reuters og sveisiski miðlinum SRF.

Millum deyðu sveisararnar eru ein 14 ára gamal, tvey 15 ára gomul, tvey 16 ára gomul, ein 17 ára gamal, tvey 18 ára gomul, ein 20 ára gamal og ein 31 ára gamal.

Harumframt eru tveir 16 ára gamlir italiumenn, ein 16 ára gamal italskur-emiratiskur ríkisborgari, ein 18 ára gamal rumenari, ein 39 ára gamal fraklendingur og ein 18 ára gamal turkiskur ríkisborgari eyðmerktir.

Harvið er samlaða talið av fólkum, sum eru deyð í eldinum, komið upp á 24 fólk.

Umleið 40 fólk doyðu í eldinum í Crans-Montana, sum er eitt vælumtókt skíðstað.

Tey fýra fyrstu ofrini vórðu eyðmerkt tíðliga leygardagin, meðan fýra onnur vórðu eyðmerkt leygarkvøldið. Øll átta vóru ungir sveisarar.

Ein fyribils kanning vísir, at innandura fýrverk, sum er fest á champagnefløskur - kom ov nær loftinum.

Eldur kom í loftið, og breiddi eldurin seg sera skjótt, hevur ein ákæri áður sagt við Reuters.

Myndugleikarnir hava ávarað um, at tað kann taka langa tíð at eyðmerkja ofrini eftir ógvusliga eldsbrunan.

Umframt tey 40 deyðu, fingu umleið 100 skaða. Tey flestu fingu álvarsligan brunaskaða.

Ofrini vórðu flutt til fleiri ymisk sjúkrahús í Sveis og Týsklandi, Belgia, Italia og Fraklandi.

Ritzau hevur verið í sambandi við danska uttanríkisráðið eftir eldsbrunan fyri at vita, um danir eru millum tey deyðu.

Higartil hevur ráðið ikki upplýst, at tað eru danskir ríkisborgarar millum offrini.

Nýggjársdag skrivaði ráðið soleiðis í einum telduposti:

– Uttanríkisráðið hevur samband við myndugleikarnar í Sveis við tí fyri eyga at fáa greiðu á, um tað eru danskir ríkisborgarar í vanlukkuni.

Leygardagin boðaði ákæruvaldið í Valais frá, at tveir leiðarar á barrini Le Constellation eru undir illgruna fyri millum annað óviljað manndráp og ósketni við eldsbruna.

 

/Ritzau/

 

 

 

Við ljósum og blómum hava fólk minst tey deyðu uttanfyri barrina Le Constellation í Crans-Montana í Sveis síðani nýggjársdag. - Mynd: Lisa Leutner