Stórar glerpípur í Fámjinstunlinum

Tað hanga stórar glerpípur undan loftinum í Fámjinstunlinum

Tað sæst á mynd, sum Aslaug Smiðjuni, bygdarráðslimur í Fámjin, hevur deilt á Facebook.

Tað er ikki vanligt at síggja glerpípur í nýggjum tunlum, men tað er so sjón fyri søgn í nýggja Fámjinstunlinum. Tað hevur verið at sæð í onkrum av teimum gomlu tunlunum, eitt nú í gamla Hvalbiartunlinum, har bilar eisini hava fingið skaða av glerpípum, sum eru dotnar undan loftinum.

 

Tað loysir seg tí at vísa størsta varsemi, tá koyrt verður í Fámjinstunlinum, sum er einasta farleið, tí gamli Fámjinsvegurin verður ikki grivin, nú kavi er.