HB-ÍF 0-0
Dómari: Páll Augustinussen
HB: Símun Rógvi Hansen - Pætur Jørgensen, Hans á Lag, Rasmus Nolsøe, Poul Thomas Dam -Fróði Benjaminsen, Milan Kuljic, Rókur av Fløtum Jespersen (Páll M. Joensen, 26.) - Bjarni Jørgensen (Vagnur Mohr Mortensen, 75.), Andrew av Fløtum, Rógvi Poulsen (Jóhan Eivind R. Mouritsen, 58.)
Gult kort: Andrew av Fløtum 43., Vagnur Mohr Mortensen 86.
ÍF: Andras Gango - Áki Petersen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariasen, Jan Ellingsgaard (Fritleif í Lambanum, 34.) - Frank Poulsen, Alexander Jovevic (Kaj Ennigarð, 46.), Balaz Sinko - Dánjal á Lakjuni (Rógvi Jacobsen, 79.), Øssur Dalbúð, Andy Olsen
Gult kort: Alexander Jovevic 37., Sinko 54.
15.
Støðan er framvegis 0-0. ÍF hevur verið væl við, og fuglfirðingar hava havt størsta møguleikan, tá ið Andy Olsen ikki fekk ferð á eftir innlegg úr høgru frá Dánjal á Lakjuni.
46.
ÍF hevur skift út á sentrala miðvallarplássinum, har Kaj Ennigarð hevur loyst Alexander Jovevic av. Síðstu løtuna undan steðginum hevði HB greiða yvirvág, og skotgroynd frá Andrew av Fløtum varð bjargað á striluni.
90.
HB hevur havt stórt trýst og leysar møguleikar, men tað er framvegis málleyst.
Tríggir minuttir lagdir aftrat.
Í síðstu løtu var Vagnur Mohr Mortensen leysur, eftir at Høgni Zachariasen í ÍF miðverjuni var gliðin, men málverjin bjargaði.
Liðugt!
NSÍ-B36 3-0 (0-0)
Dómari: Lars Múller
1-0: Christian Høgni Jacobsen 50.
2-0: Jan Ingi Petersen 84.
3-0: Christian Høgni Jacobsen 90.
NSÍ: Meinhard Joensen - Jónhard Frederiksberg, Óli Hansen, Jóhan Troest Davidsen, Einar Hansen - Christian Høgni Jacobsen, Jústinus R. Hansen, Bogi Løkin, Jan Ingi Petersen, Jan Martin Mortensen - Karoly Potemkin (Klæmint A. Olsen, )
B36: Jóan Pauli Dahl Jakobsen - Johan Ellingsgaard, Herbert í Lon Jacobsen, Odmar Færø, Ásbjørn V. Gunnarssson - Magnus Olsen, Róaldur Jacobsen (Sjúrður Thomassen, ), Dennis Holmberg, Bergur Midjord (Jákup á Borg) - Brima Koroma, Christian R. Mouritsen
15.
Framvegis 0-0.
30.
0-0
Hálvleikur
Spælbýtið hevur verið javnt, men NSÍ hevur havt størri málmøguleikar. Karoly Potemkin sneiddi framvið málverjanum, men verjan blokeraði á mállinjuni.
Fleiri ferðir hevur verið vandamikið, tá ið NSÍ hevur sent hornasparksinnlegg innfyri, eitt nú hava Jóhan Troest Davidsen og Bogi Løkin stútað uppum.
Magnus Olsen hevur havt bestu royndina hjá B36, men skotroyndin varð blokerað.
NSÍ hevur havt lítla lotið undan.
55.
1-0:
NSÍ hevur lagt bragdliga fyri eftir steðgin, og tá ið fimm minuttir vóru farnir, legði NSÍ seg á odda. Christian Høgni varð spældur leysur, hann sneiddi seg framvið B36 málverjanum og legði bóltin í tóma málið.
80.
Alt bendir á, at talan verður um heimasigur til NSÍ. Jan Ingi Petersen skoraði eftir framlegg eitt sindur í høgru frá Boga Løkin. Jan Ingi setti bóltin í málið.
90.
Christian Høgni Jacobsen treivst væl í álopinum, eftir at Karoly Potemkin var skiftur út. Í síðstu løtu staðfesti veteranurin 3-0 heimasigurin.
Liðugt!
07 Vestur-KÍ (1-1)
Dómari: Dagfinn Olsen
0-1: Atli Danielsen 3.
1-1: Tór-Ingar Akselsen 23.
1-2: Hjalgrím Elttør 67.
1-3: Páll Klettskarð 73.
07 Vestur: Trygvi Askham - Torkil Kollsker, Ragnar Niclasen, Gunnar Haraldsen, Jóhan Petur á Stongum - Tór-Ingar Akselsen (Eli F. Nielsen, 83.), Jovan Panic, Aco Pandurovic, Milan Pejcic, Hendrik Rubeksen - Jens Erik Rasmussen (Morris Louis, 62.), Tamba
Gult kort: Aco Pandurovic 54.
KÍ: Jákup Mikkelsen - Jógvan Isaksen, Jan Andreasen, Sørmund Kalsø, Rudolf Eliasen -
Heðin á Lakjuni, Kristoffur Jakobsen, Atli Danielsen (John Hammer, 79.), Høgni Madsen, Hjalgrím Elttør (Jón Jacobsen, 87.) - Todi Jónsson )Páll Klettskarð, 62.)
Gult kort: Jógvan Isaksen
4.
Klaksvíkingar hava lagt bragdliga fyri í Sørvági. Atli Danielsen hevur eftir horna úr vinstru frá Hjalgrím Elttør við høvdinum sent bóltin upp í nettakið. Frammanundan hevði Tór-Ingar Akselsen hjá 07 Vestur góða skotroynd, men bólturin fór omanfyri málið.
10. 07 Vestur tykist hava fótað sær. Tór-Ingar Akselsen breyt ígjøgnum í høgru, og Jákup Mikkelsen bjargaði framúr væl.
23. 1-1
07 Vestur hevur javnað. Málið hevur ligið í luftini, tí heimaliðið hevur verið ágangandi. Tór-Ingar skoraði mitt fyri, eftir at Jóhan Petur á Stongum hevði kastað langt innkast, og KÍ hevði kiksað at sparka burtur.
Hálvleikur
Síðstu løtuna undan steðginum hevur tað gingið javnt á. Møguleikar hava verið í báðum endum, og tað hevur verið lívligt.
Lotið er frískt, og heimaliðið hevur havt tað undan.
67.
1-2:
07 Vestur hevur leikliga havt greiða yvirvág, men tað hevur ikki eydnast heimaliðnum at fáa mál.
KÍ hevur ikki havt so gott tak á spælinum, men tað er KÍ, sum hevur lagt seg á odda. Heimaverjan misti á veg í álop, Høgni Madsen spældi til Hjalgrím Elttør, sum úr vinstru sneiddi eitt sindur inn í vøllin, áðrenn hann sendi bóltin upp í handara málhornið.
73.
1-3:
Heimaliðið hevði horna, KÍ fór í skjótt mótálop, teir vórðu yvirmannaðir - tríggir ímóti tveimum - og Hjalgrím Elttør spældi Páll Klettskarð leysan eitt sindur í høgru. Innskifti álopsspælarin sendi bóltin í málið.
77.
Tað er sera lívligt. 07 Vestur roynir at trýsta fyri at koma aftur í aftur, men klaksvíkingar ofra seg fullkomuliga í verjupartinum.
KÍ roynir at hótta í álopspartinum, tí bæði Páll Klettskarð og Heðin á Lakjuni eru heilt har frammi.
Liðugt!