Klaksvík:
Kristina er ein blíð og fryntilig, ung genta, sum dugir væl at greiða frá. Við sær í taskuni hevur hon eina ørgrynnu av myndum frá Tasmania, sum hon vísir fram, og hvørja ferð hon sigur okkurt navn ella annað á enskum hoyrist tann serstaka avstralska dialektin aftur.
Tann 1. juli í fjør fór Kristina úr Føroyum til Danmarkar, har hon møttist við øllum hinum, sum eisini vóru so heppin at sleppa út í heim sum skiftisnæmingar. Haðani gekk leiðin til Singapore, og so skiltust tey. Leiðin hjá Kristinu gekk til býin Launceston á Tasmania, har hon skuldi búgva tað komandi árið.
? Tað var ikki gott veður, tá eg kom niður. Juli er ein tann kaldasti mánaðurin harniðri, og tey hava ikki sentralvarma, so ta fyrstu tíðina var eg sera køld. Tá komu tann føroyska troyggjan og hosurnar til sín rætt, greiðir hon flennandi frá.
? Kuldin var bítandi, sigur hon, og tað var torført at venja seg við.
Henni longdist illa heim ta fyrstu tíðina, tí alt var nýtt og ókent. Men hon hevur lætt við at koma í samband við fólk, so tað tók ikki so langa tíð hjá henni at venja seg við sítt nýggja heim og land.
Hon greiðir frá eini rúgvu av upplivilsum, sum henni hevur verið fyri, men hon leggur út við at siga, at eitt tað besta upplivilsi á túrinum var, tá hon saman við øllum hinum skiftisnæmingunum í Avstralia fór ein túr kring landið. Tey vitjaðu mong forkunnug støð og upplivdu nógv.
? Tann dagin eg fylti 18, 14. apríl, klintraði eg upp á Ayers Rock í Avstralia, og har sungu tey til lukku til tín fyri mær, og eg lat eitt kort upp frá míni familju, sigur Kristina, meðan hon vísir myndir frá klettinum. Og tað er ikki ein klettur, sum vit kenna teir. Ayers Rock stendur mitt í ongamannalandi í Avstralia, og onki er rundanum, uttan fjøll langt burturi og sandur, steinar og grús. Kristina sigur, at tað var ein øðrvísi føðingardagur, sum hon ongantíð fer at gloyma.
Hon sigur, at tað var ongin, sum kendi nakað til Føroyar harniðri, og tey spurdu hana nógvar løgnar spurningar.
? Tey spurdu, um vit hava el, teldur og vegir til dømis. Tað var ikki frítt, at eg hevði hug at flenna at teirra spurningum viðhvørt, tí teir kundu vera rættuliga býttir, sigur hon smílandi. Og heldur fram, at við tíðini gjørdist tað ein vani at siga, hvar hon var frá, og hvar Føroyar liggja. Hon segði tað bara altíð í einum setningi, so slapp hon undan teimum somu spurningunum.
Lítladidda
Kristina kom at búgva hjá eini familju, har fýra synir vóru. Teir vóru allir fluttir út, so Kristina bleiv lítla diddan í húsinum. Pápin var lærari og mamman sjúkrasystur. Kristina kom at ganga í einum privatskúla við 600 næmingum í tí elsta flokkinum, sum er tann tólvti. Hon var tann fyrsti skiftisnæmingurin áhesum skúlanum, so tey vóru so at siga líka spent sum hon. Tá næmingarnir eru lidnir við hetta skúlaárið, kunnu tey fara víðari til hægri lesnað, og eru sostatt á sama støði sum miðnámsútbúgvingin í Føroyum.
Henni dámdi sera væl á skúlanum, og tað var ikki torført hjá henni at læra, tí enskt er ikki nakar stórvegis trupulleiki hjá henni. Hon hevði tvær ymiskar enskar lærugreinar, onnur var enskt mál og hin enskar bókmentir. So hevði hon eisini søgu. Hon var í skúla hvønn dag frá klokkan 9 til gott 3 seinnapartin, men ímillum hevði hon nógvar frítímar.
Summarfrítíðin vardi frá novembur til februar. Og tá bleiv veðrið heilt gott, oghitin var nógvur.
·? Tá tað var heitast, lá tað upp móti 40 stigum, men vanliga var tað mest millum 20 og 30 stig, so tað var ordiliga lekkurt, sigur Kristina. Og hóast hon ikki er so sólbrend í andlitinum longur, so sást á ørmunum hjá henni, at hon einaferð hevur fingið sera nógva sól.
Í summarfrítíðini fór hon saman við øðrum skiftisnæmingum har á leið á eina rundferð kring Avstralia. Tað dámdi henni sera væl. Hon upplivdi mangt og hvat. Men eitt tað fyrsta hon byrjar at tosa um, tá hon greiðir frá hesum túrinum er, at tað eru nógvir rúsdrekkatrupulleikar millum upprunafólkaslagið í Avstralia.
? Tey sótu allastaðni, og tey drukku allatíðina. Sjálvandi ikki allir, men meginparturin av teimum. Uttanfyri handlar og rúsdrekkasølur sótu tey og tømdu eina fløsku fyri og aðra eftir, greiðir hon frá.
Á hesum túrinum upplivdi hon nógv, og hon kom víða um. Hon slapp at snorkla, at sova undir stjørnunum í eina nátt, surfa, ríða kamel og mangt, mangt annað.
Hon greiðir frá, at á Tasmania vóru ikki so nógv flogkykt, men tað var annað lív í Avstralia.
? Har vóru so nógvar flugur, og tær settu seg á teg allastaðni, har væta er. Lat tú munnin upp, so flugu tær inn í munnin, tær settu seg á eygnalokini og fóru næstan ikki vekk aftur, sjálvt um tú turkaði tær vekk við hondini. Ótrúliga nærgangandi flugur, má eg siga, greiðir hon flennandi frá. Hesar flugurnar vóru tó ikki allastaðni í Avstralia.
Jól á hásumri
Á Tasmania er heitast, tá tað er kaldast í Føroyum. Og hetta slapp veruliga at standa sína roynd, tá Kristina skuldi halda jól harniðri.
? Eg royndi at heingja prýði upp ymsastaðni inni, tí tey vóru givin við hesum, tá synirnir vóru blivnir vaksnir. Sjálvan jólaaftan vóru 22 stig úti í havanum, og tey grillaðu kyllingapylsur og bringur og ótu salat afturvið. Kristina hevði tó gjørt rís a la mande, so okkurt heimligt var við.
Tá fór longsulin aftur at gera vart við seg hjá henni, og táhon tosaði heim við mammu sína og hoyrdi, at tey fóru at eta tað vanliga, also dunnu við øllum góðum og so at pakka upp, ja, tá longdist henni illa heim. Men í dag er hon tó fegin um at hava roynt at hildið jól á ein so øðrvísi hátt.
Kristina heldur, at hetta at royna eitt skúlaár úti í heimi er við til at menna ein nógv. Hon er sera fegin um, at hon fekk hendan møguleikan, tí vinarbond eru knýtt fyri lívið.
? Eg fari niður aftur í brúdleyp hjá einum av beiggjunum hjá mær harniðri, og tað gleði eg meg til. Eg kundi væl búð á Tasmania, men bara í eina tíð. Óansæð hvar eg so fari, so fari eg altíð at koma heimaftur til Føroyar, sigur Kristina Poulsen, sum fer at royna seg á arbeiðsmarknaðinum í eitt ár, áðrenn hon fer á HF.