§19 kanningin løgd fram í næstu viku

Týsdagin fer §19 nevndin at leggja fram úrslitið av drúgvu kanningina av Eik grunninum og grunnaeftirlitinum.

Týsdagin 18. august bjóðar §19 nevndin, ið er sett at kanna EIK grunnin og grunnaeftirlitið, til tíðindafund, har nevndin fer at leggja fram úrslitið av kanningini.

  
Nevndin er sett at kanna virksemi hjá Eik grunninum í tíðarskeiðinum 2002 til 2010, tá EIK banki fór á húsargang, umframt at kanna eftirlitið við grunninum í tíðarskeiðinum 2002 til 2014. 


Á heimasíðuni hjá løgtinginum verður arbeiðssetningurin hjá grunninum lýstur soleiðis:

Grunnaeftirlitið 

1.      Lýsa lógargrundarlagið fyri eftirlit við føroyskum vinnurekandi grunnum í tíðarskeiðnum 2002 til mai 2014. 

2.       Lýsa framda grunnaeftirlitið av Eik grunninum í tíðarskeiðnum 2002 til mai 2014. 

3.       Staðfesta um samsvar var millum lógargrundarlag og framda eftirlitið av Eik grunninum, og við hesum vísa á, hvørji stig eiga at verða tikin til, at møguligar óhepnar mannagongdir og avleiðingar ikki verða endurtiknar.  

Eik grunnurin 

1.      Lýsa viðtøkur og lógargrundarlag fyri Eik grunnin í tíðarskeiðnum 2002 til og við 2010.

2.       Lýsa virksemið í Eik grunninum í tíðarskeiðnum 2002 til og við 2010.

3.       Staðfesta um samsvar var millum viðtøkur, lógargrundarlag og virksemið hjá Eik grunninum, og við hesum vísa á, hvørji stig eiga at verða tikin til, at møguligar óhepnar mannagongdir og avleiðingar ikki verða endurtiknar. 


Í §19 nevndini sita Joen Magnus Rasmussen, formaður, Kristina Háfoss og Helgi Abrhamsen.