2-0 til EB/Streym

Vodafonedeildin: Hóast klaksvíkingar pressaðu nógv síðsta hálva tíman, so megnaðu teir einki at gera við tvey mála leiðsluna, sum EB/Streymur tryggjaði sær í tjúgu minuttir. Við 2-0 sigri á heimavølli ímóti KÍ hevur EB/Streymur í kvøld orduliga spælt seg upp í aftur oddastríðið í fremstu fótbóltsdeildini.

Allan 1. hálvleik hevði heimaliðið við Margáir bóltin nógv tann størsta partin av tíðini, meðan klaksvíkingar løgdu størsta dentin á at verja tað, teir høvdu við sær.

Tríggjar minuttir undan steðginum fekk EB/Streymur hol á. Málskjútti var Arnbjørn Hansen, sum eftir uppspæl í vinstru stýrdi bóltin í málið.

2. hálvleikur var stórt korter gamal, tá ið Hans Pauli Samuelsen við sera snildum skoti dygst niður við stólparótini setti bóltin í málið.

So var 2-0, og alt tóktist avgjørt. Úrslitið gjørdist 2-0 til EB/Streym, sum síðsta hálva tíman hevði nóg mikið við at verja.

Eftir at teir vóru komnir aftur um við tveimum málum, vaknaðu teir bláu úr Klaksvík, og teir vóru ofta vandamiklir í brotsteiginum hjá mótstøðumonnunum, men teir vóru sørir í málskjótingini.

 

EB/Streymur-KÍ 2-0 (1-0)

1-0: Arnbjørn Hansen 39.

2-0: Hans Pauli Samuelsen 60.

Dómari: Lars Múller

EB/Streymur: René Tórgarð - Bárður Olsen,, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex José dos Santos - Pætur Dam Jacobsen (Gert Hansen, 83.), Levi Hanssen, Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen (Daniel Udsen, 75.) - Arnbjørn Hansen, Arnar Dam (Leif Niclasen, 75.)

Gult kort: Pætur Dam Jacobsen

KÍ: Gunnar á Steig - Rudolf Eliasen, Oddmar á Lakjuni, Jógvan Isaksen, Ísak Simonsen -

Álvur F. Christiansen (John Hammer, 85.) - Kristoffur Jacobsen, Høgni Madsen, Nenad Stankovic (Ivan Joensen, 90.), Hjalgrím Elttør - Philip Djordjevic (Henry Heinesen, 58.)

 

65 min.

2-0

Eingin ivi er um, at heimaliðið fer at vinna øll stigini.

Hans Pauli Samuelsen hevur við fínum skoti lagt bóltin í málið aftanfyri Gunnar á Steig.

 

 

45 min.

1-0

Stutt undan hvíldini hevur EB/Streymur fingið hol á, og enn eina ferð er staðfest, at Arnbjørn Hansen er týdningarmikil maður hjá sundalagsmonnum.

Eftir uppspæl í vinstru og innlegg frá Hans Paula Samuelsen stýrdi Arnbjørn Hansen bóltin inn um Gunnar á Steig í KÍ málinum.

 

25 min.

0-0

Ikki serliga intens byrjan, og støðan er framvegis málleysur javnleikur.

 

EB/Streymur-KÍ kl. 19.00

Dómari: Lars Múller

EB/Streymur: René Tórgarð - Bárður Olsen,, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Alex José dos Santos - Pætur Dam Jacobsen, Levi Hanssen, Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen - Arnbjørn Hansen, Arnar Dam

KÍ: Gunnar á Steig - Rudolf Eliasen, Oddmar á Lakjuni, Jógvan Isaksen, Ísak Simonsen -

Álvur Christiansen - Kristoffur Jacobsen,

Høgni Madsen, Nenad Stankovic,

Hjalgrím Elttør - Philip Djordjevic