Russar hava lopið á Kharkiv í nátt

Borgarstjórin veit at siga, at í minsta lagi fimm fólk eru dripin og fleiri eru løstað, harímillum eitt tvey ára gamalt barn

Russland hevur í nátt lopið á fleiri býarpartar í Kharkiv, sum er næst størsti býur í Ukraina og sum liggur lutfalsliga nær markinum til Russlands.

 

Útlendskar tíðindastovur vita í morgun at siga, at lopið er á við bæði dronum, rakettum og sonevndum tyssubumbum.

 

Fleiri bústaðarblokkar í býnum standa í ljósum loga.

 

Sambært borgarstjóranum í Kharkiv,  Ihor Terekhov, vóru fyrstu spreingingarnar at hoyra í býnum umleið klokkan 02, lokala tíð og klokkan 04 vóru framvegis álopsdronur í loftrúminum yvir Kharkiv.

 

Borgarstjórin veit at siga, at í minsta lagi fimm fólk eru dripin og fleiri eru løstað, harímillum eitt tvey ára gamalt barn.

 

##med2##

 

Stúrt verður eisini fyri, at fólk liggja undir húsaleivdunum. Ihor Terekhov sigur, at býurin varð raktur av í minsta lagi 50 russiskum rakettum og bumbum.

 

Fyrr í vikuni lovaði russiski forsetin, Vladimir Putin, hevnd fyri ukrainska álopið á fleiri hernaðarflogvallir í Russlandi herfyri.

 

- Næst síðstu nátt lótu seks fólk lív og fleiri enn 80 fingu løstir, tá Russland leyp á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, við dronum og rakettum, veit NRK at siga.

 

##med3##

 

 

 

Borgarstjórin í Kharkiv, Ihor Terekhov

Kharkiv, sum liggur nær markinum til Russlands, er næst størsti býur í Ukraina