20 milliónir í vegaskeltum

Tá bilbrúgvin um Stórabelt næsta ár verður tikin í nýtslu, fær danska ferðslumálaráðið enn ein trupulleika at dragast við.

Hóast brúgvin styttir munandi um farleiðina millum eystur og vestur, merkir nýggi vegastubbin, sum kostar heilar 40 milliardir krónur, at ein stórur partur av vegaskeltunum fram við donsku vegunum - báðu megin Stórabelt - mugu broytast.

Henda íløgan verður mett at kosta ikki minni enn 20 milliónir krónur.

? Við brúnni verður Danmark helst minni, men avstandirnir verða kortini longri, sigur Bjørn Westh, ferðslumálaráðharri.

Í løtuni verður útskiftingin av donsku vegaskeltunum fyrireikað.