209 færri umsóknir til Setrið

354 fólk hava søkt um at sleppa at lesa á Fróðskaparsetrinum komandi skúlaár. Tað eru 209 færri enn í fjør. Umsøkjaratalið hevur ikki verið so lágt síðani 2012.

 

Fróðskaparsetrið skrivar, at orsøkin til, at so nógv færri umsóknir eru í ár, er at fleiri av væl umtóktu lærugreinunum í fjør verða ikki boðin út í ár. Talan er um bachelorútbúgvingarnar í KT-verkfrøði og lívfrøði og masterútbúgvingina í fólkaheilsu. 

 

Tað sigur tó ikki alla søguna, tí í fjør vóru tað 109 fólk, sum søktu inn á tær tríggjar útbúgvingarnar, meðan umsøkjaratalið í ár altso er 209 fólk færri.

 

Tað eru framvegis sjúkrarøktarfrøði, námsfrøði og læraraútbúgvingin sum eru best umtóktar millum umsøkjararnar. 82 ynskja at lesa sjúkrarøktarfrøði, 68 til lærara og 40 námsfrøði.

 

Tað eru annars langt fleiri kvinnur, sum søkja inn á Setrið enn menn. 258 av umsøkjarunum eru kvinnur og 96 menn.

 

Í fjør søktu altso 565 fólk inn á Setrið. Í 2015 var talið 379, í 2014 366, í 2103 378 og í 2012 søktu 350 fólk inn á Fróðskaparsetur Føroya.