21 leikarar fingið landsliðsboð

Landsliðsvenjing verður í komandi viku, og Lars Olsen, landsliðsvenjari, hevur sent boð eftir 21 leikarum til venjing, sum verður í Havn mikudagin 8. februar.

 

25. februar til 4. mars skal føroyska A-landsliðið hjá monnum á venjingarlegu í La Manga í Spania.

 

Í hesum sambandi skipar Lars Olsen, landsliðsvejari, fyri fýra úttøkuvenjingum. Tríggjar venjingar vóru í januar, meðan tann fjórða verður í Gundadali í Havn mikudagin í næstu viku.

 

Saman við Jóannes Jacobsen, hjálparvenjara, hevur Lars Olsen hesafer sent boð eftir 21 leikarum. Flestu av teimum, ið hesaferð hava fingið boð, vóru til fyrru venjingarnar, men nakrir nýggir eru eisini úttiknir hesafer.

 

Teir, ið eru úttiknir, eru:

 

Kristian Joensen, 07 Vestur

Atli Danielsen, Meinhard Joensen og Súni Olsen, B36

Jann Ingi Petersen, B68

Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen, EB/Streymur

Heini Vatnsdal, FC Suðuroy

Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Rógvi Holm og Símun Samuelsen, HB

Jákup Mikkelsen og Bogi Løkin, ÍF

Hjalgrím Elttør, KÍ

Einar T. Hansen og Jústinus R. Hansen, NSÍ

Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen og Sølvi Vatnhamar, Víkingur

 

Við á túrinum til La Manga verða 20 leikarar.

 

Felagið, ið er nevnt omanfyri, er tað felagið, ið leikarin umboðar sambært leikaraskipanini hjá Fótbóltssambandi Føroya.