22 leikarar tiknir út fyribils

Peter Bredsdorff Larsen, landsliðsvenjari í hondbólti, hevur tikið út 22 leikarar til landsdystirnar móti Luxembourg, Italia og Letlandi um vikuskiftið.

Eftir ætlan verður hópurin skorin niður til 16 leikarar mikudagin, og so hevur landsliðsvenjarin møguleika at gera einstakar útskiftingar í hópinum millum dystirnar. Helst størsta stjørnan á føroyska liðnum, Elias Ellefsen á Skipagøtu úr svenska meistaraliðnum Savehof IF, er úttikin, men hann er darvaður av skaða, og tað verður ikki mett serliga sannlíkt, at hann verður við til dystirnar um vikuskiftið.

 

Føroyski hópurin sær annars soleiðis út:

 

Málverjar:

 

Tórður Skorðheim Guttesen, Kyndil

Nicholas Satchwell, KA (ÍSL)

Pauli Jacobsen, H71

 

Útileikarar:

Leivur Mortensen, Odder (DEN)

Sjúrður Olsen, Tønder

Rói Berg Hansen, HØJ

Hákun West av Teigum, Skanderborg (DEN)

Nicklas Bertram Selvig, KÍF 

Allan Norðberg, KA (ÍSL)

Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavenger (NOR)

Teis Horn Rasmussen, Tønder (DEN)

Rókur Akralíð, HC Odense (DEN)

Pætur Mikkjalsson, KA (ÍSL)

Jónas Gunnarson Djurhuus, Viking Stavanger (NOR)

Tróndur Mikkelsen, Viking Stavanger (NOR) 

Kjartan Johansen, Önnereds (SVØ)

Elias Ellefsen á Skipagøtu, Sävehof (SVØ)

Vilhelm Poulsen, Fram (ÍSL)

Áki Egilsnes, EHV AUE (TÝS)

Pauli Mittún, H71

Peter Krogh, H71

Filip Jojic, VÍF