23 ára gomul við skjótt veksandi fyritøku

Við ongari útbúgving og ongum pengum til marknaðarføring hevur Sonja Davidsen skapt eina blómandi forrætning.

 

 

Í annaðkvøld klokkan 19.30 fer 23 ára gamla miðvágsgentan og vinnulívskvinnan, Sonja Davidsen, at greiða frá um sína skjótt veksandi fyritøku, OW Intimates, sum selur undirklæði og svimjiklæði.

Tiltakið verður á Hotel Hafnia, og tað er Hugskotið, sum skipar fyri.

Sonja Davidsen fer eitt nú at greiða frá, hvussu hon eftir fáum árum hevur megnað at bygt sítt brand upp til eina blómandi fyritøku.

Hon fer eisini at greiða frá, hvussu Instagram gav fyritøkuni nógva ferð, nú hon selur sína framleiðslu í fleiri enn 20 londum.

- Við ongari útbúgving og ongum pengum til marknaðarføring hevur Sonja Davidsen megnað at skapt eina blómandi forrætning, siga tey, sum standa aftan fyri tiltakið.

Tá tiltakið verður í annaðkvøld, verður eisini ymiskt annað á skránni, og her fer Hugskotið eitt nú at greiða frá, hvussu tey hjálpa til við at gera hugskot til veruleika. 

##med2##