25 amerikanskir statir stevna Trump fyri nýggju tollgjøldini

Statirnir halda, at Donald Trump hevur gingið út um sínar heimildir við nýggju tollgjøldunum.

25 amerikanskir statir hava stevnt stjórnini hjá Donald Trump og halda, at nýggju tollgjøldini eru ólóglig. (Savnsmynd: Saul Loeb/Ritzau Scanpix)

25 amerikanskir statir hava stevnt stjórnini hjá Donald Trump í sambandi við nýggju tollgjøldini, sum vórðu sett í gildi í juli.

 

Sakarmálið er reist av statum, har annaðhvørt demokratiski guvernørurin ella løgmálaráðharrin stendur á odda.

 

Teir halda, at Trump er farin út um tær heimildir, forsetin hevur sambært lógini.

 

– Hóast Trump hevur tapt í hvørjum einasta rætti, roynir hann enn einaferð at skapa meira óvissu fyri arbeiðsfólk og fyritøkur í Oregon, sigur løgmálaráðharrin í Oregon, Dan Rayfield.

 

Trump-stjórnin setti 24. juli nýggj tollgjøld á 10 og 12,5 prosent á innflutning úr 60 handilslondum, millum annað ES.

 

Sambært Hvítu Húsunum er orsøkin, at londini ikki gera nóg mikið fyri at steðga innflutningi av vørum, sum eru framleiddar við tvingsilsarbeiði.

 

Málið er lagt fyri U.S. Court of International Trade í New York og kemur erftir, at fleiri amerikanskar fyritøkur eisini hava roynt at fingið tollgjøldini steðgað.

 

Talsmaðurin í Hvítu Húsunum, Kush Desai, heldur fast um, at tollgjøldini eru væl grundað.

 

– Tá eitt fremmant land ikki forðar fyri innflutningi av vørum, sum eru framleiddar við tvingsilsarbeiði, er tað ein ójavni, sum rakar amerikanskan handil og amerikanskar arbeiðarar, sigur hann.

 

Donald Trump hevur gjørt tollgjøld til ein týðandi part av uttanríkis- og handilspolitikkinum.

 

Fyrr í ár staðfesti hægstirættur í USA, at størsti parturin av teimum mest víðgongdu tollgjøldunum hjá Trump var ólógligur. Trump svaraði við at seta nýggj, fyribils alheimstollgjøld í verk við heimild í einari aðrari lóg. Eisini hesi eru seinni vorðin dømd ólóglig av handilsrættinum í USA.

 

25 amerikanskir statir hava stevnt stjórnini hjá Donald Trump og halda, at nýggju tollgjøldini eru ólóglig. (Savnsmynd: Saul Loeb/Ritzau Scanpix)