SF: Swangah verður aftur í Tjaldinum

Væl umtókti rappbólkurin spælir á Summar Festivalinum komandi vikuskiftið

Teir eru nakað heilt serligt í føroyskum tónleiki. Rappbólkurin Swangah hevur við sniðfundigum tekstum og kveikjandi løgum vunnið stóra undirtøku millum fólk.

 

Swangah kom sum ein summaródn inn á føroyska tónleikapallin við fyrstu útgávuni í 2011, og síðani hava teir latið aðrar útgávur frá sær og hava samstarvað við aðrar bólkar og sangarar á einstøkum sangum.

 

Swangah er heimligt rapp á høgum stigi. Teir bæði rósa og revsa, skemta og skelda, í sínum væl skrivaðu tekstum, og teir duga eisini at gera fangandi niðurløg. Swangah hevur vunnið fleiri heiðurslønir fyri tónleikin.

Teir eru kendir fyri sangir sum "Frá bygd til bý", "Áðrenn vit flagga", "Gentan er farlig", "Øll í mínum sikti", "Eg og mín Veðr" og fleiri.

 

Swangah hevur framførslu á Summar Festivalinum, sum verður hildin komandi vikuskiftið. Swangah spælir í Tjaldinum leygarkvøldið klokkan 21. Har hava teir áður havt minniligar konsertir.

 

Niðanfyri ber til at hoyra seinasta útspælið hjá Swangah – sangin "Hendurnar upp".

 

##med2##