Jóhannis Joensen spyr um nýggju læknaviðtaluna í Vágum

Nær verður nýggja kommunulæknaviðtalan í Vágum sett?

Tað vil løgtingsmaðurin Jóhannis Joensen hava at vita. Hann hevur tí sett landsstýriskvinnuni í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, skrivligan fyrispurning um nýggju kommunulæknaviðtaluna í Vágum.

 

Hann spyr, nær landsstýriskvinnan væntar, at nýggja kommunulæknaviðtalan verður sett í starv, og um arbeitt verður fyri, at skipanin eisini skal fevna um ein kvinnuligan kommunulækna.

 

Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Jóhannis Joensen á, at undanfarna samgongan saman við Fíggjarnevndini játtaði pengar til eina nýggja kommunulæknaviðtalu í Vágum. Kommunurnar hava gjørt hølini klár, men arbeiðið er framvegis ikki komið so langt, at viðtalan er tikin í nýtslu.

 

Hann vísir eisini á, at í dag eru tveir mannligir kommunulæknar knýttir at læknaviðtalunum í Vágum, og at fleiri borgarar hava ynskt møguleikan at velja ein kvinnuligan kommunulækna. Tí vil hann hava at vita, hvussu landsstýriskvinnan ætlar at tryggja hendan møguleikan.

 

Sambært teimum upplýsingum, sum áður eru givnar, var ætlanin, at nýggja viðtalan skuldi vera klár í 2026. Við fyrispurninginum biður Jóhannis Joensen tí um eina dagførda frágreiðing um, nær viðtalan verður mannað og tikin í nýtslu.