Helgi Fossadal, stjóri í Fossbankanum: – Danir spentu bein fyri Fossbankanum, segði bankastjórin
Soleiðis segði stjórin í Fossbankanm í samrøðu við Sosialinum 12. oktober í 1993 í sambandi við, at Fíggjareftirlitið hevði stongt bankan og koyrt hann á húsagang. Vit endurgeva samrøðuna í Sosialinum her:
» – Sambært Fíggingargrunninum skulu bert teir stóru bankarnir fáa stuðul. Við at niðurskriva virðini niður í einki er eyðsæð, at plass ikki er fyri Fossbankanum, hóast gjaldførið er nógv betri enn í hinum bankunum, sigur Helgi Fossadal við Sosialin.
Eftir at hava arbeitt alt vikuskiftið í royndini at styrkja gjaldføri í Fosbankanum, vaknaði fossbankastjórin við kaldan dreym kl seks mánamorgunin.
Í telefonini var danska fíggjareftirlitið, sum boðaði frá, at Fossbankin var farin í gjaldsteðg. Á fundi í skiftirættinum kl. átta sama morgun var tað staðfest. Tórmóður Djurhuus og Halgir W. Poulsen, advokatar, vóru settir at hava eftirlit við bankanum.
Sethúsavirðið gjørdi munin
Helgi Fossadal sigur við Sosialin, at tað var metingin av virðinum á sethúsm, sum gjørdi munin.
– Av tí at tað var metingin av virðinum á sethúsum, sum gjørdi munin.
– Av tí at sethúsavirðið í Havn er sett til 500.000 kr, á stórplássum til 350.000 og 250.000 krónur á bygd, misti Fossbankin eginpeningin og gjaldførið minkaði ov nógv sambært galdandi bankalóg.
Fíggjareftirlitið hevur hervið niðurskrivað virðini í bankanum niður í einki, sigur Helgi Fossadal.
Vit kundu tó hóma skriftinia á vegginum, tá Flemming Duus, bankastjóri í Den Danske Bank í vár segði, at bert sparikassin og tveir teir stóru bankarnir skuldu verða í Føroyum.
– Sambært Richard Mikkelsen, stjóra í Figgingargrunninum 1992, skulu bert hesir bankar fáa stuðul í Føroyumm.
– Tað kann eisini vera orsøkin til, at danska fíggjareftirlitið hevur áalgt donsku stjórnini og landsstýrinum at gera bindani viðrismetingar av føroysku peningastovnunum.
Niðurskriva so nógv at teir tordu at trúgva tí
– Skuldu teir gera tað, varð neyðugt at niðurskriva virðini so nógv, at teir sjálvir trúgva upp á tað, sigur Helgi Fossadal. Hetta situr væl til metingina hjá Richard Mikkelsen um, at bert 30.000 fólk skulu búgva í Føroyu, sigur Helgi Fossadal.
Fossbankin hevur 1200 útlánarar. Hetta merir, at tey, sum hava lán í Fossbankanum frameftir skulu halda sínar skyldur. Peningurin verður settur í hinar bankarnar. Advokatarnir, sum eru settir eftirlitsmenn við Fossbankanum, umsita peningin.
– Hvat hendir, um fólk ikki gjalda rentur og avdráttir til Fossbankan í gjaldssteðgi?
– So fara fólk á tvang, eins og í einhvørjari aðrari avtalu um lán, sum fólk hava við peningastovnarnar.
– Fyribils fáa tey, sum hava lønarkonti og aðrar kontoir í Fossbankanum ikki sín pening.
Trygd upp til 250.000
Helgi Fossadal upplýsir, at danski Indskydergarantifonden kemur til Føroyua í morgin at gera upp í bankanum.
Umleið 150 mió. krónur skulu gjaldast viðskiftafólkum, sum eiga undir 250.000 krónur, og tey fáa sín pening umelið hálvan november.
250 fólk, stovnar og feløg eiga meira enn 250.000 krónur í Fossbankanum. Tey mug bíða til Fossbankin er gjørdu upp, fyri at vita, um peningurin er mistur.
Uframt hetta, so misti Fossbankin eginpeningin upp á 43 mió krónur gjáramorgunin, tá hann fór í gjaldsteðg.
– Tað var spell, tí Fossbankin er mest likvidi bankin í Førohum í løtuni og eigur umleið 130 mió krónur á bók.
Allan seinnapartiní í gjár vóru fundir í Fossbankanum við danska fíggjareftirlitið.
Mikudagin verður fundur við høvuðspartaeigarin í bankanum, bretska felagið Spencer & Hammond, sumeigur 70% av partapeninginum.
Samráðingar um nýggjan partapening
– Arbeitt hevur verið alt vikuskiftið við at betra um gjaldførið í Fossbankanum, eitt nú við at fáa Spencer & Hammond at hækka partapeningin. Hesar samráðingar vóru ikki lidnar, tá danska Fíggjareftirlitið ringdi kl. seks mánamorgunin við boðunum um, at Fossbankin var stongdur.
– Fossbankin hevur 25% av fíggjaríløguni í reiðum penimgi. Og tí var tað vat ta óneyðugt, at vit skuldu lata aftur, sigur Helgi Fossadal.
– Landsstýrið vil einki gera til tess at loysa trupulleikarnar fyri allar bankarnar í felag. Harnæst óttast landsstýrið, at fólk fara at taka allan peningin ut.
– Tað , sum nú er hent er stutt sagt tað, at vit hava lagt so nógv burtur móti tapi, vegna virðismetingarnar hjá danska fíggjareftirlitinum, at eginpeningurin fellur burtur, sigur Helgi Fossadal.
Seinast í hesi vikuni fáa viðskiftafólk bræv frá Fossbankanum við uppgerð og boðum um , hvussu fólk skulu fryi halda seg mótvegis skyldum sínum í fossbankanum.
Fíggjareftirlitið skal góðtaka partaeigarar
Fyribils verða fundir við fíggjareftirlitið og tingingar við bretska Spencer & Hammond, sum skal meta um avleiðingarnar av gjaldssteðginum, og um møguleiki verður fyri at lata Fossbankan uppaftur.
Bretska felagið er áhugað at seta nýggjan partapening í Fossbankan, men tingingarnar eru sum sagt ikki lidnar.
Harnaæst er onnu regla í nýggju bankalógini frá 1. juli í ár, sum sigur, at danska fíggjareftirlitið skal góðtaka nýggjar partaeigarar í einum banka og skal kanna hesar partaeigarar, áðrenn teir fáa loyvi at seta pening í bankan.«
Samrøða í Sosialinum 12. oktober í 1993, Dagny Joensen