25 ár við smíli og góðari tænastu

Í dag hátíðarhalda vit eitt heilt serligt hátíðarhald í el-in. Okkara dugnaliga starvskvinna, Mathilda hevur í dag 25 ára starvsdag.

Hon hevur verið ein ómissandi partur av okkara toymi í øll hesi ár – altíð blíð, kundavinalig og fakliga dugnalig. Við sínum góða eyga fyri detaljum og sínum jaliga lyndi hevur hon verið við til at skapa eina serliga uppliving fyri okkara kundar, hvørja ferð tey vitja handilin.

Tað eru fólkini handan diskin, sum gera munin – og Mathilda er eitt frálíkt dømi um hetta.

Vit vilja takka henni hjartaliga fyri trúfesti og góða arbeiðið í øll hesi ár. Hjartaliga tillukku við 25 ára starvsdegnum.

Kom endiliga framvið í dag at heilsa uppá og hátíðarhalda saman við okkum. El-in bjóðar ein kaffimunn og køku afturvið.

 

##med2##