Ríkasta kvinna í Noregi, 22 ára gamla Katharina G. Andresen, skal nú gjalda eina fjórðings miljón norskar krónur í bót fyri at hava koyrt við einari promillu á 0,61.
Hóast hetta er nógvur peningur, er hon kortini sloppin væl. Unga kvinnan eigur nevniliga virðir fyri millum sjey og átta miljardir norskar krónur.
Sambært www.vg.no skuldi bótin helst havt verið á einar 35 til 40 miljónir krónur, um rætturin hevði fylgt vanligum praksis og hevði ásett bótina eftir ognarviðurskiftunum hjá hini 22 ára gomlu.
- Hevði rætturin í fyriliggjandi máli tikið støðið í ognarviðurskiftunum, hevði bótin ligið millum 35 og 40 miljómir krónur, verður sagt í dóminum.
Tað var langafríggjadag í ár, at Katharina G Andresen varð tikin av løgregluni, nærindis einari marglætisíbúð hjá familjuni.
Hon segði seg tá ikki hava drukkið í hálvan annan tíma, men kortii var promillan 0,61, veit www.vg.no at siga.
Í rættinum segði kvinnan, at hon var lesandi og býr heima hjá foreldrum sínum. Inntøkan hjá henni í løtuni er 9.000 norskar krónur um mánaðin, og hon ræður eisini yvir einari konto á 900.000 krónur til brúks.
Dómarin tók atlit til, at Katharina G. Andresen í løtumi ikki hevur nakra fasta og stóra inntøku.
Hin 22 ára gamla er dóttir Johan H. Andresen, sum í 2007 flutti 84 prosent av ognarpartinum í felagnum Ferd Holding til sínar tvær døtur.
Rikidømið hjá familjuni stavar frá, at tey í gamlari tíð keyptu Tiedemanns Tobaksfabrik.