250 fólk á sparikassaútferð á Kalsoynni

Kristi himmalsferðardag 25. mai vóru starvsfólkini hjá Føroya Sparikassa útferð í Kalsoynni. Við á ferðini vóru 250 fólk í øllum aldri - frá 2 mánaðum til 73 ár

Føroya Sparikassi hevur í mong ár skipað fyri starvsfólkaútferðum kring landið. Í ár varð leiðin løgd til Kalsoynna, har starvsfólk við makum og børnum vóru boðin við.
Bussar fóru úr Havn og úr Eysturoy. Av tí at so nógv fólk vóru við í ferðalagnum, sigldu bæði Sam og Alfa Pilot. Norðoya Kunningarstova legði túrin í Kallsoynna til rættis.
Tilsamans fimm bussar koyrdu øll tey 250 fólkini í ferðalagnum.
Tey flestu gingu heilt norð á Eggjarnar, har fýrurin er, beint innan fyri Kallin, norðast á Kallsoynni. Ferðaleiðarar vóru Signhild og Mikkjal Joensen á Trøllanesi, sum dugdu sera væl at greiða frá.
Tey, sum ikki gingu allan túrin, hugnaðu sær á Trøllanesi. Í Mikladali var kaffi og heimabakaðar vaflur til øll í avhaldshúsinum. 
Túrurin eyðnaðist sera væl, og veðrið var til vildar. Tað er altíð spennandi at skipa fyri túrum, serstakliga tá so nógv fólk koma við, tí í Føroyum vita vit ongantíð hvussu veðrið verður, sigur Tórmund Joensen, sum saman við Ingu Dahl og Joanu Theilgaard, hevur skipað fyri útferðurum hjá Sparikassanum síðan 1994.